Hetta er ikki veruleiki í dag ??? tíverri. Vit hava hoyrt nógv um Setrið í samband við 50-ára dagin, og øll eru samd um, at eitt nýtt kampus skal gerast til Setrið. Eingin ivi er um, at tørvur er á hesum.
At hava eitt nýmótans øki til Fróðskaparsetrið, ið tænir næmingum, undirvísarum og granskarum, vildi økt um trivnað og eisini økt um atdráttamegina, ið Setrið hevur.
Hetta økið eigur sjálvandi at liggja í Havn, og helst liggur tað best á Frælsinum, við eini bygging, ið bindur Læraraskúlan og Venjingarskúlan saman. At samla alt virksemið saman vildi givið eina betri virkandi eind.
Samstundis eigur mann at leggja dentin á at fáa ment gransking á Setrinum, tí har liggja ómetaliga stórir samfelagsligir og búskaparligir møguleikar í gransking. Millum annað er danska DTU kent fyri at samstarva við danska vindmylluídnaðin og hevur ment økið saman við vinnuni. Hetta samstarvið hevur kastað nógv gott av sær.
Sambært grein í Politiken frá frá 2013, dregur hvør einstakur danskur granskari meir enn kr. 243.000 um árið frá vinnuni til gransking, ið er tengd at tí hægra lærustovni, har viðkomandi er í starvi. Hetta er ikki peningur, ið er fingin til vega frá tí almenna, men frá privatari vinnu. Hví leggur privat vinnan pening í gransking á hægri lærustovni? Tí tað liggja stórir møguleikar, peningarligir og samfelagsligir, í vitanarøking.
Ein fyritreyt fyri at fáa eina ætlan sum hesa til veruleika, er ein vilji frá politiskari og vinnuligari síðu til tær íløgur, ið eru neyðugar. Stórar upphæddir skulu til, men tær kunnu fleirfaldast í vinningi um rætt verður farið fram. Tað er ein íløga, ið er verd at gera.
Sólvit E. Nolsø
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald