Mentan

Tillukku Babba

...

2015-09-25 13:31 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Tú kveikti mær lív og bar meg høgt,
og eg mentist í tíni fløvandi hond,
tín sterki armur var altíð í nánd,
mangt orð frá tær var so uggandi klókt.

Vit vallaðust við tær á ævintýraferð,
hvør fliga bleyv fjall, og rúmdin kom nær,
onki var óført, so stimbrandi var,
at uppliva náttúru og Gud við tær.

Ein faðir at eiga er betur enn gull,
fyrimynd hjartans - ja gerandishetja,
sum viljan vil brynja og andan lekja,
nú sigla vit saman út á havsins rull.


Heilsan,

Hin frumborni

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder