2016-02-16 04:44
Tann 7. marts 2016 fer Sam á beding har m.a. dekkið skal umvælast og skipið sýnast.
Meðan Sam er á beding kemur Jósup at røkja siglingina á Kalsoyarleiðini og Ternan siglir farmatúr á Kalsoyarleiðini mánadagar og fríggjadagar. Tó kunnu broytingar koma í ferðaætlanina viðv. farmatúrum um líkindini ikki eru til vildar. Sostatt kemur Jósup at røkja siglingina á Nósloyarleiðini teir dagar, ið Ternan røkir siglingina á Kalsoyarleiðini. Eisini eru smávegis tillagingar gjørdar á somu leiðum um páskirnar, og leið 506 koyrir í samband við allar broytingar ið verða meðan Sam verður á beding. Væntandi verður Sam aftur í sigling tann 21. apríl 2016.
Sí ferðaætlan her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald