Politikkur

Tilkoyringin við grótbroti ein deyðsfella

...

2016-11-05 20:38 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tilkoyringin við grótbroti ein deyðsfella.

Síðan samanleggingina til Vága Kommunu 1. januar 2009, hava vit borgarar verið kunnaðir um ferðslutrygdarætlanina fyri bygdirnar Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar.

Tað tykist vera ein tungur dansur hjá Vága Kommunu at arbeiða við mastodontinum Landsverk.

Men síðan hendan ferðslutrygdarætlan er stungin út í korti, hava vit fingið:

· Ferðsluoyggj við tilkoyring við Áarlið/Giljavegur í Sandavági,

· Rundkoyring við FK í Miðvági,

· Tilkoyring/ferðsluoyggj við Valloyraveg í Sandavági.

· Ferðsluoyggj við Bank Nordik í Miðvági (bleiv tikin vekk aftur)

· Vegbungur ígjøgnum Miðvág.

· Og í hesum døgum verður ein rundkoyring gjørd við Býráðshúsið í Sandavági.

· ??tlan fyriliggur um at gera tilkoyringina í Vatnsoyrum tryggari.

Ásannadi at ferðslan økist á hvørjum árið, í takt við økta ferðafólktalið um flogvøllin. Eigur býráðið at strongja enn meira á Landsverk, um at fáa skil uppá ferðsluviðurskiftini ígjøgnum bygdirnar.

Men enn er langt á mál, og eg kann nevna tvey átøk sum eiga at vera sett í gongd beinavegin.

1. Bráfengis ætlan fyri Ferðslurtrygd hjá børnum ávegis inn á Giljanes úr Miðvági og Sandavági, framvið landsvegnum.

2. Tilkoyringin norði við grótbroti - Sarpavegur/Giljavegur

Punkt 1 - Ferðslurtrygd hjá børnum ávegis inn á Giljanes úr Miðvági og Sandavági, framvið landsvegnum.

Nógv verður í hesum døgum tosa um ferðslutrygdina hjá skúlabørnum, ávegis inn og heim av skúlanum á Giljanesi, inn til Miðvágs og heim til Sandavágs. Eg vildi ynskt at tosa bleiv um hetta oftari og ikki bara upp undir býráðsval.

Nógv góð hugskot eru komin á borði, sum heilt víst vilja muna. So sum gøta burtur frá landsvegnum, sum helst er munadyggasta loysnin.

Men ímeðan vit bíða eftir øllum hesum, eigur Vága Kommuna at seta fram krav um eina fyribilsloysn frá Landsverk, har bilverja verður sett á fortovskantin, á sama hátt sum gjørt er á mynd 3, hetta er eitt dømi úr Norra, á veg við 60 km/t , tað er sama ferð, sum frá Ellisheiminum og til inni á Leiti í Sandavági.

Henda bilverja eigur at vera sett upp eftir Giljavegnum í Sandavági og heilt inn til heimaru kaibrekku í Miðvági, við neyðugum opum á vegnum.

Punkt 2 - Tilkoyringin norði við grótbroti Sarpavegur/Giljavegur

3. juli 2016 sendi eg Landsverk (og Ráðnum fyri Ferðslutrygd), skrivið niðanfyri, og eg endurgevið brævi í fullari longd her. Brævið talar fyri seg.

Til: Landsverk, Tinghúsvegur 5, Tórshavn Sandavágur 03.07.2016

Ferðsluviðurskiftini norði við gamla grótbroti í Sandavági.

Fari við hesum skrivi at heita á Landsverk, sum varar av landsvegakervinum, um at gera okkurt munagott á vegastrekkinum Giljavegur/Sarpavegur, tað er inn-/útkoyring norði við gamla grótbroti í Sandavági. (sí viðløgdu myndir)

Eftir tvær hendingar sum undirritaði hevur verið vitni til, er tað bara ein spurningur um tíð nær okkurt álvarsligt hendir, við omanfyri nevndu innkoyring. Í roynd og verðu ein deyðsfella.

Hendingarnar:

Leygardagin 25. juni, kom eg sjálvur koyrandi norð eftir Sarpavegi, koyri oman til útkoyringina, har eru hávatenn og víkisskyldu skelti.

Hyggi til báðar síður og síggji 4 bilar koma norðeftir við vakstrarhúsið, ongir bilar koma norðan ífrá, og síggji tí møguleikan fyri at koyra út á vegin, fyri at fara heim ímóti bygdini.

Í sama viðfangi, sum eg eri í ferð við at koma inn á høgru síðu á Giljavegnum (landsvegnum) ávegis heim móti bygdini, yvirhálar triði bilur í røðini ávegis norðeftir.

Nú hevði eg mótkoyrandi bil á mínari síðu. (Nakað tað sama sum á mynd 4 - tilvildarlig mynd)

Vil meta, at hendi henda yvirháling, nøkur sekund seinni var frontalur samanstoytur, í hesum førinum, var eg við mínum bili, úti í ???rabattini??? inntil yvirhálandi bilurin var komin inn á sína høgru síðu aftur. Ein annar møguleiki hjá mær var at koyra bilin útav vegnum, oman í bøin við ánna, men hetta gjørdist ikki neyðugt hesuferð.

Hin hendingin, ið eg var vitni til fyri tíð síðan, var eitt sindur ørvísi og vil sjálvur meta, enn meira hættislig enn omanfyri nevnda hending.

Ein bilarøð uppá 4-5 bilar, kemur koyrandi heim í móti Sandavági við Melfansá, tvs. norðanfyri inn/útkoyringina við Grótbroti (Sarpaveg), sjálvur koyri eg nakrar 100 metrar aftanfyri hesa bilarøð.

So yvirhálar aftasti bilur av hesum 5 bilunum, og fer strúkandi framvið hinum og samstundis eisini framvið inn/útkoyringi við Grótbroti (á vinstru), hetta sá út til at ganga eftir bókini.

Men yvirhálandi bilurin, var ikki meir enn komin fram við inn/útkoyringini, tá kemur bilur út frá Sarpavegnum, tað sást tíðuligt at hesin bilførarin, bara hevði hugt heim eftir tvs. til vinstru, um nakar bilur kom norðeftir eftir Giljavegnum (landsvegnum), tí hann kom uttan serliga nógva umhugsunartíð út á vegin. Eisini er sýnið verri norðeftir frá útkoyringini Sarpavegur og norðeftir (mynd 2 ??? tilvildarlig mynd)

Í hesum førinum var lítið meir enn eitt sekund frá frontalum samanstoyti ímillum útkoyrandi bilin og yvirhálandi bilin, ferðin var so mikið nógv (80 km/t) at hetta eisini hevði havt við sær ???harmoniku samanstoyt??? við restina av bilarøðini. Tíbetur hendi onki, og eg trúgvi neyvan at hesir báðir bilførarirnir gáðaðu eftir, vandan teir vóru í hesa løtuna.

Tí fari eg at heita á Landsverk um at gera nakað við vegastrekki.

Mítt uppskot er:

1. Fult upptrekta hvíta linju, helst tvær, og fresingar niður í vegin áleið 500 metur báðumegin við inn/útkoyringinga.

2. Forboðsskelti fyri yvirháling á strekkinum 0-2000 mtr. (Frá bygdum økið Sandavág og norð um Melfansá)

3. Fult upptrekta STOP linju og STOP skelti, við útkoyringina frá Sarpavegnum. Ístaðin fyri hávatenn og víkisskyldu skelti.

Ásannandi at ferðafólkatølini á flogvøllinum, eru í vøkstri ár undan árið, er bilferðslan samsvarandi økt á vegastrekkinum. Og fari tí at heita á Landsverk um at gera nakað munagott við hetta áðrenn fólkaskaði er hendur.

Við tøkk fyri upptøkuna

Jan Erik Simonsen, Sandavági. Citat endar.

X við Lista V ??? Ein sterk eind ??? Vælferð, Ábyrgd, Gróður, Atlit.

Jan Erik Simonsen, valevni á Nýggja Lista, lista V til býráðsvalið í Vága Kommunu.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder