Reiðarar eru misnøgdir, nú fiskimálaráðharrin við lóg ætlar, at manningarnar á føroysku fiskiskipunum ikki skulu taka lut veiðugjøldunum, sum verða løgd á partar av fiskivinnuni komandi ár ??? sama um talan er um kiloavgjald, ella kvotakeyp á uppboðssølu.
Stjórin í Føroya Reiðarafelag skýrir í grein í miðlunum ætlanirnar hjá fiskimálaráðharranum at vera ???valdshugmóð sum vil nakað???. Stjórin í Reiðarafelagnum skrivar millum nógv annað eisini, at tað er óhoyrt, at politiska skipanin ger seg inn á sáttmálarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Málið, sum talan er um, er ???Uppskot til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti og botnfiski í Barentshavinum í 2016???, sum í løtuni er til hoyringar hjá vinnuni.
Tað er væl skiljandi, at reiðararnir eru misnøgdir um nú at skula rinda tilfeingisgjøldini einsamallir, men í útgangsstøðinum hevur ætlanin alla tíðina verið at leggja hesi gjøld á tey, ið hava fiskirættindini og harvið framíhjárættindi at fiska, og ikki á manningarnar.
At ætlaða lógarásetingin er uppílegging í sáttmálaviðurskiftini er púra rætt, men tað er tó als ikki ein nýggj støða, sum íkemur við hesum lógaruppskotinum, ið fiskimálaráðharrin nú ætlar at bera í tingið. Tí longu tá hesi gjøldini fyrstu ferð vórðu ásett í 2011, var talan jú um uppílegging.
Høvuðsinnihaldið í øllum sáttmálunum og ikki minst grundarlagið undir býtisprosentunum er nevniliga vorðið til í samráðingum, har ongi tilfeingisgjøld av nøkrum slagi vóru uppi í.
Við øðrum orðum blivu fortreytirnar fyri sáttmálunum grundleggjandi broyttar av politisku skipanini, longu tá hon fyrstu ferð gjørdi av leggja tilfeingisgjald á fiskiskap.
Higartil hava reiðararnir tó, hóast mótmæli frá manningarfeløgunum, latið tilfeingisgjøldini farið av óbýttum. Tað merkir, at manningarnar hava goldið sín part samsvarandi býtisprosentinum fyri tann einstaka veiðibólkin. Ein gerðarrættardómur hevur eisini gjørt av, at reiðarar kunna lata gjaldið fyri kvotur keyptar á uppboðssølu ganga av óbýttum ??? tað er sum rakstrarútreiðslur, áðrenn býtt verður millum skip og manning.
Men ætlanin hjá samgonguni er, sum áður nevnt, at leggja eitt gjald á vinnuna afturfyri hennara framíhjárættindi at fiska. ??tlanin hevur ongantíð verið at lagt eitt eyka gjald á manningarnar. Íkastið hjá okkara fiskimonnum í landshúsarhaldið var til 2011 regulerað í persónskattalógini, sum tað er hjá øllum øðrum løntakarum í landinum, og tað skal tað aftur verða.
Tí er tað eisini púra rætt, at manningarnar við lóg nú verða undantiknar tilfeingisgjøldunum. Hetta skuldi longu verið gjørt, tá gjøldini frá fyrstan tíð vórðu ásett.
Hetta var tó ikki gjørt tá, og tí kemur knappliga broytingin nú helst óvart á reiðaríini. Um henda sannroynd eigur at fáa okkum at umhugsa sjálva støddina á gjøldunum av nýggjum, tað er so ein annar spurningur, ið sjálvsagt kann viðgerast.
Her viðgeri eg bara prinsipiella málið um, hvør av røttum eigur at rinda tilfeingisgjaldið. Og tað eiga bara tey, sum fáa framíhjárættindini at fiska.
Hyggja vit frameftir, so nýtast reiðararnir tó als ikki at vera óttafullir, tá tað snýr seg um tilfeingisgjald roknað sum kiloavgjald ??? sum er á leið 85 prosent av samlaðu tilfeingisgjøldunum hesumegin eina fiskivinnunýskipan ??? tí talan verður her í øllum førum um eina fyribilsskipan.
Skal ikki úttala meg vegna alla samgonguna, men í øllum førum í Tjóðveldi er semja um, at politiskt ásett kiloavgjald er ein vánaligur máti at taka tilfeingisgjald inn uppá og eigur at verða koyrt á vestfallið í sambandi við fiskivinnunýskipanina, ið er sett út í kortið.
Kiloavgjald er av tí ringa, tí tað verður ásett kollektivt fyri eitt fiskaslag og ikki tekur atlit til gongdina í vinnuni yvirhøvur.
Tí verður tað ein týðandi táttur hjá arbeiðsbólkinum, sum skal gera tilmæli um eina nýggja fiskivinnunýskipan, at finna aðrar mátar at rokna tilfeingisgjaldið út uppá.
Tilfeingisrentan er tað eyka avlopið, ið stendst beinleiðis av framíhjárættindunum at fiska, og um funnið verður fram til ein hátt, har tilfeingisrentan verður brúkt sum grundarlag, so slepst undan øllum stríði um sáttmálainntriv. Tí hædd verður tá automatiskt tikin fyri hýrum og øðrum grundleggjandi rakstrarútreiðslum ??? tær verða partur av grundarlagnum, sum tilfeingisrentan verður roknað út eftir.
Ingolf S. Olsen, Tjóðveldi
limur í Løgtingsins vinnunevnd
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald