JN

Til reiðar á Giljanesi

...

2021-08-11 10:20 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Til reiðar á Giljanesi

Nú eru tær til reiðar at taka í móti á Giljanesi. Byrjað verður kl. 11.30 og kl. 14 verður Støkk-inn koppseting.
Sjúkrahúsverkið koppsetur í dag í skúlanum á Giljanesi. Har eru fleiri inn- og útgongdir, hølir til bíðirúm, hølir til starvsfólk og útgerð, góðar parkeringsumstøður, umframt at staðið liggur sentralt.
Frá kl. 11.30 til 13.30 verða tey, ið bíleggja tíð, koppsett.
Støkk inn koppsetingar verða gjørdar frá kl. 14.00 til 15.00. Tá er ikki neyðugt at bíleggja tíð áðrenn.
Vága kommuna, Sørvágs kommuna og Sjúkrahúsverkið sum eru felags um átakið, at bjóða øllum borgarum í Vágum, ið ynskja tað, at verða koppsett her vestri.
Talan er um royndarverkætlan, sum kann vera við til at líknandi verkætlanir verða gjørdar runt um í landinum. Nokk av koppingarevni er til, og nýggj vitan um hvussu koppingarevnið skal handfarast ger, at tað er lættari at fara runt um í landinum at koppseta.
Ynski hjá kommununum í Vágum er, at viðvirka til at uppbyggja eina lokala flokksverju ímóti covid-19.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder