Vinna

Tíðindi » 2017 » 09 Umsetningurin í smásøluni hækkar 3-7%

...

2017-09-29 12:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Trendurin tey seinastu 5 árini fyri umsetningin í smásøluni vísir ein framhaldandi vøkstur, svarandi til 3-7% í miðal árliga. Hetta sæst við at samanbera umsetningin av høvuðsbólkunum matur og drekka, klædnavørur og fótbúnaður og búnýti og innbúgv fyri 2. ársfjórðing 2012-17.

Vøksturin er størstur í vørubólkinum búnýti og innbúgv við umleið 7%, meðan hann er um 3-4% í bólkunum matur og drekka og klædnavørur og fótbúnaður.

Tað er sera ymiskt, hvat tað er, sum ávirkar vøksturin. Tað sæst í talvuni niðanfyri, har trendurin fyri 2. ársfjórðing í 2012 verður samanborin við sama ársfjórðing 2017, og ein miðal ársvøkstur fyri 2. ársfjórðing árini í tíðarskeiðnum.


Miðal broytingin fyri 2. ársfjórðing hvørt árið síðani 2012 hevur fyri mat og drekka verið ávikavist 3,5% í ársins prísum, sum vísir virðisbroytingina, og 2,9% í føstum prísum, sum vísir mongdarbroytingina. Fyri klædnavørur og fótbúnað er vøksturin 4,0% bæði í ársins og í føstum prísum, og fyri búnýti og innbúgv er broytingin ávikavist 6,7% og 7,5% í miðal árliga.

Talvan niðanfyri tekur støði í prísgongdini og lýsir einans prísbroytingar í vørubólkunum.

Tølini í hesi talvuni benda á, at gongdin í umsetninginum er ávirkað av príshækkingum og príslækkingum. Hetta sæst aftur, tá hugt verður eftir prístalinum fyri hesar vørubólkar, t.d. at prístalið fyri búnýti og innbúgv lækkar 2,5 stig, meðan umsetningurin veksur 6,7 stig í virði og 7,5 stig í mongd.

Myndin niðanfyri vísir eina støðuga prís- og mongdar hækking síðani 2012 fyri vørubólkin matur og drekka. Havast skal eisini í huga, at seinni árini hevur samfelagið havt ein stóran búskaparvøkstur, umframt at fólkatalið er vaksið munandi. Hetta hevur við sær, at umsetningurin í hesum vørubólkinum støðugt veksur.

Fyri vørubólkin klædnavørur og fótbúnaður er gongdin nakað ørvisi, við tað at her er hend ein  príslækking, sum tó ikki ávirkar eftirspurningin av hesum vørum. Gongdin her tykist at vera ein avleiðing av nógvari kapping á hesum marknaðinum og teirri góðu gongdini í samfelagnum sum heild.

Vørubólkurin búnýti og innbúgv er hinvegin merktur av lækkandi prísum men vaksandi eftirspurningi. Hetta kemst helst av tí nógva byggivirkseminum og viðlíkahaldi av sethúsum o.a., sum hevur verið tey seinnu árini. Samanlagt gevur hesin økti eftirspurningurin ein vaksandi umsetning í søluni av búnýti og innbúgvi.

Dagførd og útgreinað hagtøl um smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder