Leygardagin var FM-endaspælið í dart í Samljóð í Skopun. Team Sandoy skipaði fyri.
Dagurin byrjaði við, at skráðin fyri dagin varð løgd fram og greitt varð frá, nær KVF fór at stroyma frá tiltakinum.
Kl. 11 byrjaði kappingin í tvímansleiki, sum var á skránni fyri fyrstu ferð í hesum kappingarárinum. 22 pør vóru við í kappingini.
Pørini vóru sett saman eftir egnum ynski. Nr. 1 og 2 hjá monnum, Remy G. Hansen & Petur Thomsen vóru eitt par, men har vóru eisini onnur sterk pør, til dømis ??lavur Ellingsgaard & Esmar Mikkelsen úr Pílar & Skot, Uni Árting & Jan McIntosh úr HDF, Jan Erik Fjallstein & Bergur Kluftá úr VDF og Kristian Joensen & Bogi Isaksen úr KDF.
Bólkaspælið varð skjótt avgreitt. 16 pør komu víðari til 1/8-finalurnar.
Í aðrari hálvfinaluni vunnu Kristian & Bogi móti Erlandi Jacobsen & Hera Kallsoy. Í hinari hálvfinaluni hittust Remy/Petur og Uni/Jan. Hetta gjørdist júst so spennandi, sum vit høvdu vóna. Uni/Jan vunnu 4-3 og stóra løtan í dystinum var, tá Jan javnaði til 3-3 við einum útgangi á 154.
Uni/Jan (HDF) vunnu tøttu finaluna móti Kristian/Boga (KDF) 5-4. Uni Árting & Jan McIntosh eru sostatt føroyameistarar í tvímansleiki
Umleið kl. 14 byrjaði einmansleikur hjá kvinnum og monnum. Fleiri av seedaðu monnunum megnaðu ikki at vinna sínar bólkar, so longu í fyrstu cup-dystunum var mannfall.
Tann fyrsti av teimun seedaðu, sum varð sligin út, var Jens Albert Simonsen (VDF), ið taptið í 1/16-finaluni mótið unga stjørnuskotinum Teiti Thorleifsson úr HDF.
Uni Árting, ið var ein av favorittunum, tapti eisini eisini longu í 1/16-finaluni móti Bogi Isaksen, sum annars hevði spælt illa í bólkaspælinum, har hann endaði aftastur í sínum bólki.
Nú vóru 3. og 6. seedaðu longu úti og í 1/8-finalunum fullu eisini nr. 1, 2 og 4. Remy G. Hansen tapti ein spennandi 7-settara mótið Jón Johansen, Bogi tapti heldur óvæntað móti Monrad Mouritsen og Petur Thomsen tapti móti Jan McIntosh í einum dysti har flestu settini vóru undir 20 pílar.
Í fjórðingsfinaluni møtti Teitur Jón og har komu royndirnar hjá Jón honum til góðar mótið heldur óroynda Teitur.
Somuleiðis leiktu Esmar og Hans Eivind Olsen og har vann Hans Eivind, kanska óvæntað, av tí at hann eisini skipaði fyri kappingini. Allan við Rætt vann á Monrad og Jan McIntosh vann á Niels Thomsen, ið annars hevði vunnið seinastu kappingina áðrenn FM.
Sostatt vóru hálvfinalurnar hesar:
Jón (VDF) og Hans Eivind (Team Sandoy)
Allan (Tofta dart) og Jan Mc (HDF)
Jón vann trygt á Hans Eivind og tað sama gjørdi Jan, so nú var lagt upp til eina góða finalu.
Hon bleiv eisini jøvn og endaði við at Jón gjørdist føroyameistari við at vinna dystin 5-3 og lukkaði síðsta settið við82 (20, 12, bull)
Kvinnurnar leiktu eisini henda dagin
Í fjórðingsfinalunum hjá kvinnum vóru hesir dystir:
Eyðna Olsen vann á Liss á Fjallinum
Annika Joensen vann á Birthe Sikivat
Joan Edvør Thomasen vann á mammu síni Gunnbjørg Dam
Maibritt Hvíthamar vann á Johannu Jonhardtsdóttir
Hálvfinalurnar vóru hesar:
Eyðna (Team Sandoy) vann á Anniku (Team Sandoy)
Maibritt (HDF) vann á Joan Edvør (VDF)
Maibritt Hvíthamar var komin við til FM uppá avboð og nú stóð hon í finaluni móti Eyðnu Olsen. Maibritt vann dystin greitt 4-1, tí hon lukkaði nógv betur enn Eyðna. Maibritt fekk eisini 180 í finaluni, sum er sera sjáldsamt hjá kvinnunum.
??rslitini vóru hesi:
Einmansleikur kvinnur:
1. Maibritt K. Hvíthamar (HDF)
2. Eyðna Olsen (Team Sandoy)
3. Joan Edvør Thomassen (VDF) og Annika Joensen (Team Sandoy)
Hægst útgang: Eyðna Olsen (80)
Fæst pílar: Eyðna (22)
Tvímansleikur:
1. Uni Árting / Jan McIntosh (HDF)
2. Kristian Joensen / Bogi Isaksen (KDF)
3. Erland Jacobsen (HDF) / Heri Kallsoy (Strálan) og Remy G Hansen (Kongshavn) / Petur Thomsen (Tofta dart)
Hægst útgang: Uni/Jan (154)
Fæst pílar: Kristian/Bogi (16)
Einmansleikur menn:
1. Jón Johansen (VDF)
2. Jan McIntosh (HDF)
3. Allan við Rætt (Tofta dart) og Hans Eivind Olsen (Team Sandoy)
Hægst útgang: Jan Mc (114)
Fæst pílar: Petur Thomsen (13)
Nú verður so ein eftirmetingarfundur um kappingarárið og spennandi verður at vita, hvør fer at bjóða seg framm til at hýsa FM 2018.
Endaliga støðan eftir 10 kappingar er fylgjandi:
Við dartkvøðu
Hans Eivind Olsen
Jens Albert Simonsen
Kristian Joensen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald