Tíðindaskriv. Viðv. ósemjuni millum P/f Næraberg og Føroya Fiskimannafelag um "Norðing."
Høvuðstíðindini í miðlunum í hesum døgum eru hýruviðurskiftini hjá manningini umborð á Norðingi.
Sum skilst er henda umrøða komin upp orsakað av, at ein limur í nevndini í Føroya Fiskimannafelag hevur klagað reiðaríið hjá Norðingi fyri Vørn við tað, at Norðingur ikki heldur hýrusáttmálan við Føroya Fiskimannafelag og tí ikki hevur rætt at luttaka á uppboðssøluni, sum fer fram í hesum døgum.
Av tí at hetta mál fyri mær at síggja er farið av sporinum, skal eg við hesum gera hesa stuttu frágreiðing um gongdina í málinum, soleiðis sum eg saman við reiðarínum og sum advokatur hjá reiðarínum havi fylgt tí.
???Norðingur??? kom í føroyska flotan ultimo januar 2016 ístaðin fyri ???Slættaberg???, sum var skrásettur í føroyska flotanum í juli 2012. Líka síðani ???Slættaberg??? kom í flotan í 2012, til skipið varð avloyst av ???Norðingi???, hevur manningin á Slættabergi verið avroknað við býtisprosentinum 17,5%.
Í samband við at Norðingur kom í flotan, var óformligt samband millum stjóran í Føroya Reiðarafelag og formannin í Føroya Fiskimannafelag um hýravrokningina fyri skipið. Reiðaríið fekk onga fatan av, at nøkur ósemja var um hýruavrokningina.
Men stutt eftir at Norðingur var skrásettur í føroyska flotanum, gjørdi Føroya Fiskimannafelag vart við, at felagið ikki góðtók býtisprosentið 17,5%. Samskifti og fundarvirksemi hevur verið millum partarnar líka síðani, har eisini Føroya Reiðarafelag hevur luttikið.
So seint sum 23. Juni 2016 var seinasti fundur millum partarnar, har niðurstøðan á fundinum var, at formaðurin í Føroya Fiskimannafelag skuldi taka málið upp við nevndina í sínum felag og síðani lata reiðaríið frætta aftur.
Tað næsta, sum reiðaríið frættir í málinum er í fjølmiðlunum, at reiðaríið er kært til Vørn við tí endamáli, at skipið ikki skal kunna luttaka og gagnnýta rættindir keypt á almennum uppboði í kapping við onnur líknandi skip.
Mannagongdin hjá Føroya Fiskimannafelag í hesum máli er reiðarínum óskiljandi og margháttlig. Eisini tá havt verður í huga, at øll manningin íroknað limirnir í Føroya Fiskimannfelag skrivliga hava vent sær til øll manningarfeløgini íroknað fiskimannafelagið við umbøn um staðiliga at lata skipið sigla við somu avtalu sum Slættaberg. Manningin sigur víðari í sínum skrivi, at við Norðingi hava teir fingið eitt nógv betri skip í allar mátar, og hýrurnar eru serstakliga góðar.
Manningin skilir ikki, at Norðingur eftir kravi frá Føroya Fiskimannafelag skal avroknast eftir sáttmálanum fyri ídnaðarskip. Teir siga, at skipið og manningin verða tiknir sum gíslar í einum spæli, sum hevur annað mál enn at røkja teirra áhugamál.
Reiðaríið stendur óskiljandi yvir fyri kravinum frá fiskimannafelagnum um, at manningin skal avroknast øðrvísi enn onnur skip við á leið somu stødd, og sum reka sama fiskiskap. Hesi skip eru Tróndur í Gøtu, Finnur Fríði, Jupiter, Tummas T. og Fagraberg.
Sáttmálin millum manningarfeløgini og limafeløgini hjá Føroya Reiðarafelag hevur ásetingar um, hvussu trætur verða loystar. Um ikki partarnir kunnu loysa ósemjur í felag, verður málið at leggja fyri Fasta Gerðarrættin. Tann mátin átti at verið nýttur, heldur enn ódámligu vendina, málið nú hevur fingið.
Við heilsan
??la Jákup Kristoffersen, advokatur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald