Vinna

Tíðindaskriv : Varðin Pelagic, Tvøroyri

...

2017-06-19 15:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í samband við kanningararbeiðið, sum politiið setti í verk í niðurbrenda virkinum hja Varðin Pelagic á Tvøroyri, er ikki møguligt at nágreina, hvør orsøkin er til at eldur kom í bygningin.

Politiið er komið framm til, at eldurin er uppstaðin í økinum, sum varð brúkt til pakking.
Sveisiarbeiði vi CO2 var á tí staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum.
??ll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakrað brek við skipanini.

politiið metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreinuliga, hvat orðsøkin til eldin hevur verið

leiðarin av Kanningardeildini

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder