Ítróttur

Tíðindaskriv um støðuna í ÍSF

...

2016-04-13 11:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Sum sersambond og limir í umboðstinginum hjá ÍSF, harmast vit almikið, nú tað frættist at ÍSF forsetin hevur sagt seg frá starvinum, sum forseti fyri tað Føroysku Ítróttini. Vit vilja takka Peturi Elias Petersen fyri hansara ótroyttiliga arbeiði, ítróttini at frama. Nógv stór tøk eru tikin í hansara tíð sum forseti. Millum annað kann nevnast, at reglugerð innan úrvalsítróttina er sett í verk, nýggj skipan er sett á stovn at býta pening (býtislykil) út millum sersambondini, umframt at stórar bygnaðarbroytingar eru framdar. Petur Elias Petersen hevur veri teirri føroysku ítróttini ein góður og virðiligur forseti, og tað vilja vit takka honum fyri. 

Í sambandi við at Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya hava sent tíðindaskriv um býtið av játtanini hjá ÍSF, vilja undirritaðu sersambond gera vart við nøkur viðurskifti. 

Vit fegnast um tær meirjáttanir, sum eru latnar seinnu árini, við stuðli til bæði úrvalsítróttina og til altjóða virksemi. Allar ítróttargreinar hava tørv á størri játtan. At meira peningur er játtaður ítróttini, hevur borðið við sær, at øll sersambondini nú fáa fleiri peningar at arbeiða við í krónum og oyrum. Tí halda undirritaðu sersambond, tað vera undrunarvert at Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya nú siga seg ikki kunna luttaka á næstu oyggjaleikum. 

Býtið av samlaðu játtanini til ÍSF hevur í nógv ár elvt til mikið tjak í stjórn ÍSF???s. Eftir drúgt arbeiði, nógvar fundir og væleydnaðan evnisdag í fjør summar, har øll sersambondini tóku lut í dygdargóðari demokratiskari tilgongd, varð komið ásamt um nýggjan hátt at býta játtanina (býtislykil), sum øll sersambondini tóku undir við. Eisini Flogbóltssamband Føroya og Svimjisamband Føroya. 2016 er partur av royndartíð fyri nýggju skipanini, at býta pening út eftir. 

Samstundis vilja vit staðiliga vísa á, at tað er ÍSF sum hevur bestu førleikar at býta játtaðan pening, og at politikarar virða hetta. Vit ynskja, at ÍSF, og har við øll sersambondini, standa saman sum ein sterkur felagsskapur føroyskari ítrótt at frama. 

Við ítróttakvøðu 

Fótbóltssamband Føroya 

Fimleikasamband Føroya 

Róðrarsamband Føroya 

Borðtennissamband Føroya 

Badmintonsamband Føroya 

Bogasamband Føroya

Frælsur ítróttur Føroya 

Ítróttarsamband fyri Breka 

Skjótisamband Føroya 

Judosamband Føroya 

Ríðisamband Føroya 

Nýstovnaður Ítróttur 

Sersambandi fyri Súkkling og Triathlon

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder