Politikkur

Tíðindaskriv um fíggjarlógina fyri 2014 á almannaøkinum

...

2013-12-20 22:48 Author image
placeholder

Løgtingið hevur nú samtykt fíggjarlógina fyri 2014, og eru nakrar broytingar í mun til fíggjarlógina í ár.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, fegnast um, at játtanin til eldraøkið er munandi økt, soleiðis at eldraøkið í 2014 fær eina hægri játtan á 17,5 mió. kr. Hækkaða játtanin fer m.a. til lønarhækkingar, at talið av eldri økist, og at ellis- og røktarheimið í Klaksvík í 2014 hevur fult virksemið. Stórur partur av eykajáttanirnar í 2013 innan eldrarøktina eru eisini framskrivaðar í 2014. Harafturat eru lógarbundnar játtanir javnaðar.

Tað hevur verið frammi, at játtanin til almannaøkið er skorin við 27,5 mió. kr. av tí at Løgtingið sambært broytingaruppskotinum frá fíggjarnevndini hevur lækkað játtanina til almannaøkið í mun til fíggjarlógaruppskotið. Í høvuðsheitum er talan um lækkaðar metingar av lógarbundnum útreiðslum, t.e. útreiðslur, sum eru avsettar eftir galdandi lóg. Veitingarnar til pensjónir o.l. verða tí ikki ávirkaðar av hesum, men eftirmeta Almannaverkið og Almannamálaráðið javnan, um játtanin er nøktandi ella neyðugt er við eykajáttan í mun til galdandi lóg.

Landsstýriskvinnan eri eisini glað um, at játtanin er hækkað til 2 mió. kr. til eitt Fountain Hús, at Barnabati fekk hægri játtan, so at ???Tú og eg ráðgevingin??? aftur kann koma at virka, og at Berin, sum er sjálvhjálparbólkur til børn, ið hava mist foreldur ella systkin, eisini fær hægri játtan. Eisini hevur Kvinnuhúsfelagið fingið hægri játtan til sálarfrøðiliga hjálp til kvinnur, ið hava verið fyri harðskapi. Og 400 tús. kr. eru latnar heimleys, sum er ætlað til hitastovuvirksemið. Peningur er eisini settur av til nýggju føroysku teldutaluna.

Fíggjarnevndin hevur í viðgerðini eisini gjørt nakrar broytingar, m.a. er játtanin til felagsskapir, ið hjálpa vaksnum insestoffrum broytt til, at henda játtan nú verður latin til KRIS. Eisini hevur Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark fingið hægri játtan.

Landsstýriskvinnan harmast tó almikið um at Løgtingið hevur strikað stuðulsjáttanina til Sjálvhjálpina, sum hevur virkað sum eitt ókeypis tilboð um anonyma hjálp til sjálvhjálp seinastu seks árini. Sjálvhjálpin er óheft av átrúnaðarligum og politiskum hugburði, hevur eitt ráðgevingarlið, ið veitir neutrala og holla fakliga upplýsing, vegleiðing og ráðgeving til stakar uppihaldarar, einlig og pør, ið liva undir truplum viðurskiftum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder