Seinastu tíðina hevur nógv orðaskifti verið um okkara ungdóm og hvørjar útbúgvingar ætlanir tey hava. Róð hevur verið uppundir, at ein størri partur av okkara ungum millum 20 og 30 áttu at fingið møguleikan at verið í Føroyum. Føroya Handilsskúli hevur gjørt eina kanning, sum millum annað vísur hvar okkara miðnámsskúla næmingar ætla at útbúgva seg.
Um Kanningina
Kanningin er gjørd á tann hátt, at vit hava vitjað allar
miðnámsskúlar í Føroyum og spurt allar næmingar á seinasta skúlaári. Kanningin
er gjøgnumførd sera neyvt, á tann hátt at vit vóru inni í hvørjum einstøkum
flokki á øllum skúlunum og tryggjaðu okkum, at allir møttir næmingar svaraðu
kanningini og at ongin svaraði meir enn einaferð.
Næmingarnir fingu allir at vita, at teir skuldu svara øllum
spurningunum eftir bestu sannføring, og svara sum einstaklingar uttan at ávirka
hvønn annan. ??rslitið gjørdist, at 503 næmingar av 592 fingu høvi at luttaka
í kanningini, sum svarar til 85%. Av
teimum gluppu 8 næmingar, soleiðis at endaliga talið bleiv 495 næmingar sum
svaraðu, hettar svarar til 83,6% av næmingunum. Hetta sæst á talvuni niðanfyri.
|
Spurt tilsamans |
503 |
av |
592 |
85,0% |
|
|
svara |
495 |
av |
592 |
83,6% |
|
|
Manglar |
8 |
av |
592 |
1,4% |
Kanningin bleiv upprunaliga tilevnað sum ein tørvskanning,
og er ein liður í menningararbeiði handilsskúlans. Føroya Handilsskúli ynskir
at víðka um tilboð skúlans av framhaldsútbúgvingum í framtíðini.
Føroya Handilsskúli heldur, at tann vitan vit eru komin til
kemur út á greiðan og skynsaman hátt, og kemur at kunngera kanningina í
tíðindaskrivum til fjølmiðlarnar komandi dagarnar. Kanningin er umrødd í
morgunsendingini í Kringvarpinum og fyrsti partur av kanningini verður
greinaður niðanfyri.
Brot úr kanningini, 1.partur

Vit spurdu næmingarnar, hvar teir
ætla at taka sína útbúgving, um tann útbúgving tey ætla sær í gongd við kann takast í Føroyum, og síðani um júst tann
útbúgvingin ikki kann takast í Føroyum ??rslitini vóru hesi:
Hetta merkir, at um tey ungu finna sína røttu útbúgving í
Føroyum, so velja millum 23,2 og 41,4 prosent at taka útbúgvingina í Føroyum.
Hinvegin, um tey ikki finna sína røttu útbúgving í Føroyum, so verður talið
millum 5,1 og 11,4 prosent.
Vit spurdu eisini, hvar tey ungu kundu hugsað sær at sett
búgv eftir lokna útbúgving. ??rslitið gjørdist hettar:

Talið sera høgt, heili 81 prosent av okkara ungu ætla sær at
koma aftur til Føroyar. Veruliga talið er nógv lægri, umleið helvtin. Vit rokna
við, at um tey ungu kunnu taka ein part av útbúgvingini her á landi, verður
talið væl hægri enn tey 50 prosentini og møguliga nærri teimum 80, sum er í
tráð við ætlanir teirra.
Síðani spurdu vit, hvar tey ungu ætla sær at útbúgva seg,
sum støðan er í løtuni, og tølini blivu hesi:

Danmark framvegis er staðið tey flestu ynskja at fara, meðan
Føroyar er á einum greiðum øðrum plássi.
Vit spurdu eisini næmingarnar, sum verða studentar í ár,
hvussu tey meta um útbúgvingartilboðini í Føroyum í løtuni. Skotsmálini
síggjast her::

Kanningin hevur fleiri onnur úrslit, sum vit ætla at
kunngera seinni í hesi vikuni og í næstu viku. Tit frætta nærri, tá hesin
partur er klárur.
Kelda: www.fh.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald