Politikkur

Tíðindaskriv ??? Free Føroyar

...

2017-04-19 07:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fríggjakvøldið 21. Apríl heldur Suðurstreymoyar Unga Tjóðveldið eitt tiltak í Perluni í Havn.
Tiltakið kallast Free Føroyar ??? Niðurteljingin. Free Føroyar er eitt fast tiltak, ið Unga Tjóðveldið heldur, vanliga einaferð um árið. Hetta var serliga kent fyrst í 00???inum, men hetta hevur Unga Tjóðveldið tikið upp aftur.

Tiltakið í hesi ferð, snýr seg um komandi fólkaatkvøðuna sum skal vera flaggdagin í 2018. Tiltakið er lagt soleiðis at tað er so tætt at einum ári til fólkaatkvøðuna. Stórur dentur er lagdur á at hava stór og fangandi nøvn, bæði til myndlist, tónleik og yrkingar.

Á skránni av tónleiki eru 200, Høgni Lisberg, Silvurdrongur og JASMIN. Vit hava eisini fingið ný-útkomna skalið, Beinir Bergsson at lesa yrkingar upp. Skráin hevur nógv at bjóða, og tiltakið er serliga ætlað ungum, menn øll eru hjartaliga vælkomin. At prýða hølini hava vit fingið Lailu Mote, ið fyri stuttum er byrja at gera myndlist.

Tiltakið ljóðar møguliga dýrt, men tað er púra ókeypis, tí vit vilja fagna at nú er tað bert eitt ár til fólkaatkvøðuna um eina føroyska stjórnarskipan!

Vegna nevndina,
Magnus Heinason Eysturoy, formaður í SSUT.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder