B36 hevur í kvøld skrivað undir avtalu við Kára Reynheim, sum komandi árið skal menna spælararnar á næst besta mansliðnum
Kári Reynheim er kent navn í føroyskum fótbólti. Sum spælari var hann ein gávaður snillingur við bóltinum, og tað høvdu vit í B36 stóra gleði av, tá hann í nøkur ár var krumtappurin í framrættaða spælinum hjá B36.
Sum venjari hevur Kári nomið sær A-útbúgving, og hann hevur í fleiri umførum havt ábyrgd av liðum í bestu og næst bestu føroysku deildini. Seinast á Argjum, har hann stýrdi liðnum til uppflyting.
Komandi árið verður Kári venjari hjá okkara 2. liði, sum skal royna at vinna seg upp aftur í 1. deild. Høvuðssetningurin verður her at menna ungar spælarar, so hesir eru til reiðar at taka við framtíðar avbjóðingunum, sum B36 støðugt roynir at bjóða okkara bestu spælarum, og eingin ivi er um, at Kári er ein maður, sum veit, hvat krevst, um tú skalt røkka tindunum.
Venjingin hjá 2. liði byrjar í næstum, og vilja vit nýta høvið til at ynskja Kára hjartaliga væl afturkomnan í B36.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald