TÍÐINDASKRIV
Føroyar hava eitt gott sjúkrahúsverk við sera nógvum eldhugaðum og fakliga væl skikkaðum starvsfólki. Men stórar avbjóðingar eru fyri framman, og heilsuverkið tykist vera á einum vegamóti, har tað skjótt kann ganga álvarsliga niður á bakka, verða ikki stór og miðvís tøk tikin. Neyðugt er at hava visjonerar ætlanir fyri at tryggja eitt framtíðar heilsuverk, sum á allan hátt kann nøkta tann tørv, borgararnir hava á einum tryggum, nýmótans og fult skikkaðum sjúkrahúsverki.
Tí hevur Tjóðveldi lagt fram uppskot um visjón og mennigarætlan fyri Sjúkrahúsverk Føroya.
Uppskotssetararnir vilja hava Løgtingið at heita á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið frágreiðing við greiðari visjón fyri sjúkrahúsverkið, sum fevnir um eina heildarmenningarætlan fyri alt sjúkrahúsverkið. Undir hesum greið mál fyri:
-Viðgerðarstøði
-Menning av viðgerðartilboðum
-Atgongd hjá sjúklingum til bestu viðgerðartilboð heima og uttanlands
-Nøktandi tilgongd av serlæknum og øðrum heilsustarvsfólki
-Áhaldandi menning av fakligum førleikum
-Samskipan av tænastum
-Áseting av, hvørjar tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi.
Umframt hetta skal ætlanin fevna um eina nágreiniliga meting av fíggjarliga tørvinum fyri alt sjúkrahúsverkið, so leggjast kann ein fíggjarkarmur, ið gevur neyðugt rásarúm til at veita heilsutænastur á fremsta støði, og neyðugu starvsorkuna til tess.
Tað eru umboð floksin í Trivnaðarnevndini, sum vegna flokkin hava lagt uppskotið fram.
Uppskotið er viðfest her: http://www.logting.fo/casenormal/view.gebs?menuChanged=16&type=4&committeeId=0&caseNormal.id=2552
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald