2017-06-09 07:31

Gongutúrur við Hjartafelagnum
Leygardagin, 10. juni 2017 kl. 15, skipar bypass bólkurin hjá Hjartafelagnum fyri útferð/ gongutúri um Toftavatn.Frásøgumaður verður Jóannes S. Hansen, sum er av staðnum og dugir væl at siga frá vakra umhvørvinum við vatnið.
Byrjað verður við Skúlan við Løkin kl. 15.
Umstøðurnar at seta bilin frá sær uttanfyri skúlan eru góðar.
Gingið verður fram við Løkinum eftir gøtunum niðan til Vatnið og rundanum Toftavatn.
Túrurin er lættur at ganga, og verður skipaður eftir umstøðunum hjá tí einstaka.
Vanliga tekur túrurin ein tíma. Tað vil siga, at vit skuldu verið aftur við skúlan um 16 tíðina.
Sjókaféin liggur stutt frá skúlanum, og har fara vit at njóta teirra ???kalda borð???, sum hevur gott orð á sær.
Á Sjókaféini fáa vit eisini høvi at tosa saman og hugna okkum.
??tferðin er ætlað fólki, ið hava fingið bypass viðgerð og makar teirra, men allir hjartasjúklingar og makar teirra eru eisini vælkomnir.
Endamálið er saman at uppliva ein sunnan og gevandi seinnapart, har vit út frá egnum upplivingum og royndum kunnu tosa saman um at liva og virka við sjúkuni.
Málið er, at tá vit fara til húsar aftur, verða vit betur útborin at liva eitt gott lív hóast hjartasjúku.
Vinarliga ringið ella sendið sms sum skjótast á tlf 288318.
Vit skulu helst vita á leið hvussu mongum borðreiðast skal fyri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald