JN

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur verða við á Sørvágs Country- & Blues festivalinum

...

2015-05-08 19:23 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Froðbiar Sóknar Bluesorkestur fara at framføra á Sørvágs Country- & Bluesfestivali, sum verður á Dungasandi tann 5. & 6. juni.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur er ein svingandi og undirhaldandi bluesbólkur úr Suðuroy, mannaður við seks tónleikarum. Repertoirið er blandað - teir tulka m.a. Muddy Waters,Stevie Ray Vaughan og B.B. King. Eisini spæla teir egin løg.

Navnið speglar teirra humoristiska lyndi, sum froðbingarnir eisini plaga at taka við sær á pallin.

Froðbiar Sóknar Bluesorkestur hevur just útgivið fløguna "If the Ocean was Wine" við løgum, sum í stíli røkka frá siðbundnum Missisippi country blues til nýggjari urbane blues.

Áður hava teir m.a. spælt á Vetrarjazzi, Bluesperluni, Country & Blues festivalinum og á Jóansøkufestivalinum.

Teir, sum manna bólkin í Sørvági eru: Kristian Holbæk vokal og munnhørpu, Dávið Jacobsen guitar, Páll Lave guitar, Vilhelm Meyer bass, Dennis Lave trummur og Jóhan Petur Andreasen hammond.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder