Hesaferð fara vit at leggja trý nýggj nøvn afturat listanum yvir tey, ið fara at framføra á Sørvágs Country- & Bluesfestivali 5. & 6. juni 2015.
Tey eru:
Jambalaya Band (DK), Uni Debess & The Tomcats (FO) og Kristina Bærendsen (FO)
Jambalaya Band er úr Danmark, manningin telur seks og teir spæla framúrskarandi lurtara- og dansivinarligan countrytónleik. Skráin hjá teimum er alt frá gomlum slagarum til tann nýggjara countrytónleikin, umframt egið nýskrivað tilfar.
Av teimum seks í bólkinum er ein føroyingur, tað er Sonny Poulsen, sum er ættaður úr Nólsoy, men hevur búð í Danmark tey seinastu nógvu árini. Her heima er hann best kendur sum ein av manningini í bólkinum ???Springs???, sum var nógv frammi seinast í 80???unum og fyrst í 90???unum.
Í fjør góðu teir út fløguna ???Jambalaya and Friends???, henda fløgan fekk sera góða móttøku, fløgan er ein samling av nýggjum og gomlum countrytónleiki við ymiskum countrysangarum sum solistum, donskum sum útlendskum.
Jambalaya Band spælir nógv á teimum stóru countryfestivalunum í Danmark og í útlondum, bæði sum egið orkestur og sum orkestur fyri útlendskar countrysangarar, her kunnu vit millum annað nevna Billy Yates, sum framførdi á Country- & Bluesfestivalinum í fjør og okkara egna Hallur Joensen, sum hevur samstarv við Jambalaya Band tá hann framførir uttanfyri landoddarnar.
Uni Debess & The Tomcats koma aftur í ár at spæla á Sørvágs Country & Blues Festivali, og manningin boðar frá góðsku og drúgvum royndum.
Uni sigur frá, at teir í løtuni eru í studio, har teir leggja seinastu hond á eina nýggja fløgu, sum hevur verið í ger í uml. hálvtannað ár.
Tónleikurin á hesu fløgu er meiri yvir í funk/rock/blues, sum var nógv at hoyra í 1960'unum og 70'unum. Hóast fløgan ikki verður tøk fyrr enn uml. septembur 2015, so fer bólkurin at spæla nøkur av løgunum av nýggju fløguni á festivalinum í ár.
Manningin í bólkinum er: Uni Debess, Finnur Hansen, Edvard Nyholm Debess, og Rógvi á Rógvu.
Kristina Bærendsen er aftur á plakatini til festivalin 2015, eftir at hon ikki var við í fjør, tá hon arbeiddi við nýggjari fløguútgávu, og tó, hon var gestasangari/backupsangari í fleiri framførslum.
Síðani tá, er so fløgan ???Nothing???s Here To Stay??? útkomin, hetta er ein ensk útgáva av fyrstu fløguni hjá Kristinu ???Kristina???, sum kom út í 2012, umframt tvey nýggj løg, sum komu afturat í nýggju útgávuni.
Kristina sang allar vokalarnir inn í Nashville, USA og okkurt ljóðføri bleiv lagt afturat, so ensku tulkingarnar eru nakað ørvísi enn tær føroysku.
Nú eru fimm nøvn almannakunngjørd, í desember avdúkaðu vit Signar í Homrum (FO) & Laura van den Elzen (NL)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald