Fleiri glottar eru at hóma í arbeiðnum at gera Føroyar til eitt meira demensvinarligt samfelag. Tað er niðurstøðan eftir stóra ráðstevnu hjá Alzheimerfelagnum um vikuskiftið.
Tað eru nú tvey ár síðani vit fingu álitið um tað demensvinarliga samfelagið. Í álitinum eru 14 tilmæli, sum tilsamans kunnu flyta okkara samfelag á rætta kós á hesum øki. Demensætlanin var eisini reyði tráðurin í stórari ráðstevnu, sum Alzheimerfelagið skipaði fyri í samstarvi við Kommunufelagið, fríggjadagin 31. mars og leygardagin 1. apríl.
Við eini røð av fyrilestrum, framløgum og persónligum søgum varpaði Alzheimerfelagið ljós á demens. Undirtøkan var sera stór, tí okkurt um 250 fólk vóru við á ráðstevnuni á Hotel Føroyum.
Leystliga verður mett, at okkurt um 800 føroyingar hava demens. Sambært altjóða kanningum fer talið av fólki við demens at tvífaldast næstu 25 árini, fyrst og fremst tí at miðalaldurin hækkar. Tí ber til at tosa um eina fólkasjúku, ið eisini føroyska samfelagið eigur at laga seg til.
Boðskapurin frá Alzheimerfelagnum er greiður: Skulu Føroyar gerast eitt meira demensvinarligt samfelag, so er neyðugt at seta menniskjað í miðdepilin.
Fleiri glottarDemensætlanin frá 2015 var eitt stórt stig rætta vegin móti at gera Føroyar til eitt demensvinarligt samfelag. Í ætlanin verður leistur lagdur fyri, hvussu samfelagið kann gerast betri til at hjálpa familjum, har demens rakar. Tað veri seg frá at greina sjúkuna til at samskipa røttu tilboðini til raktu familjurnar.
Á ráðstevnuni farna vikuskifti vísti Tormóðir Stórá á, at demensætlanin flutti Føroyar eitt stórt stig fram á leið. Men leiðandi yvirlæknin á Psykiatriska Deplinum á Landssjúkrahúsinum, sum eisini var verkætlanarleiðari fyri Demensætlanina, eftirlýsti samstundis at ætlanin fær hægri, politiska raðfesting. Neyðugt er við fleiri pengum, skulu góðu átøkini fremjast í verki.
Fyrsti landsdemenssamskiparin varð sett í starv í november í fjør. Lis Hansen greiddi á ráðstevnuni frá stóru uppgávuni at byggja upp røttu tilboðini kring alt landið. Hon vísti á tørvin á einum greiðari bygnaði, ið kann tryggja, at eingin dettur niður í millum í skipanini. Harumframt skal ein vitanardepil tryggja, at sama vitan um demens og øll vitanin um røttu hjálpina til raktu familjurnar verður tøk kring alt landið. Í hesum døgum verður søkt eftir einum landsdemenssamskipara afturat, men tørvur er á fimm slíkum samskiparum.
Ráðstevnan gav eisini ábendingar um, at land og kommunur royna at taka støðuna hjá fólki við demens og familjum teirra í størri álvara enn higartil. Sum dømi varð nevnt Klaksvíkar Kommuna, sum við eini røð av átøkum hevur sett sær fyri at gera Klaksvík til ein demensvinarligan bý.
Eisini hava tilsamans 23 fólk, sum starvast innan heilsu- og umsorganarøkið, nýliga fingið útbúgving sum demenssamskiparar, umframt teir demenssamskiparar, sum áður hava hesa útbúgving. Tað gevur teimum betri førleikar at veita røttu hjálpina til fólk við demens og familjur teirra.
Ein triði glotti er Markamótsnevndin, sum er eitt nýtt amboð til skjótt og lætt at kunna loysa trætur og ivamál millum Almannaverkið og kommunurar. Nevndin hevur myndugleika at skera ígjøgnum og staðfesta, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av at veita fólki neyðugu hjálpina. Avgerðirnar hjá nevndini eru endaligar. Nevndin fór til arbeiðis í september í fjør og hevur higartil viðgjørt og avgreitt sjey mál.
Á ráðstevnuni greiddi Ása Olsen, næstforkvinna í Markamótsnevndini frá, at nevndin hevur givið sær sjálvum í mesta lagi 14 dagar at loysa trætumál, ið verða latin nevndini. Tann freistin er hildin í teimum málum, sum higartil eru avgreidd, og freistin skal haldast, slóg Ása Olsen fast.
Markamótsnevndin kann ikki gera generellar niðurstøður, men má taka støðu til ítøkiligu málini. Avgerðirnar hjá nevndini skapa tó fordømi fyri líknandi støður í framtíðini, og tí vilja tær alt annað líka gera viðgerðina smidligari.
LagnusøgurnarHelst sterkastu løturnar á ráðstevnuni vóru persónligu søgurnar um, hvussu demens og alzheimer ávirka føroyskar familjur. Elin N. W. Tausen greiddi frá, hvussu sjúkan hevur ávirkað teirra familju. Ein áheitan í sera persónligu hugleiðingini hjá Elini var eitt ynski um hjálp við tí ábyrgd, sum verður løgd á tey avvarandi, tá sjúkan rakar.
-Alzheimer er ein bóltur, ið tú sum avvarandi loftar, og sum fylgir tínari familju restina av lívinum. Tú mást góðtaka hesa støðuna, tí tástani kanst tú njóta tær góðu løturnar. Jú, familjan er ein ressoursa, og familjan hevur ábyrgd. Men eg ynski mær, at onkur hjálpir mær við ábyrgdini. Onkuntíð má eg fáa hendurnar fríar, soleiðis at eg eisini kann vera kona, mamma, starvsfólk og annars hava eitt sosialt lív, greiddi Elin N. W. Tausen millum annað frá.
Rólant í Skorini og dótturin Maria í Skorini greiddu frá, hvussu tað er at vera avvarandi og at síggja persónin í persóninum við demens. At har er eitt menniskja aftanfyri, eitt menniskja við kenslum. Ítøkiliga vístu tey á ymsar støður, sum avvarandi kunnu koma í, tá sjúkan rakar familjuna. Tú kanst uppliva at gerast foreldur hjá tínum egnu foreldrum. Tú kanst uppliva konfliktir í familjuni, um summi taka ábyrgd og onnur frástøðu.
Sum avvarðandi kanst tú uppliva eina vreiði, ið ofta stendst av kensluni at missa meiningina við lívinum. Eisini kunnu avvarðandi, púra óvæntað, uppliva at gerast ill við tann dementa.
Fólk við demens kunnu eisini ákæra tey nærmastu fyri ymiskt, og slíkar ákærur kunnu raka avvarðandi meint. ??ttin fyri framtíðini kann eisini raka familjuna, eitt nú tí at avleiðingar av diagnosuni kunnu tykjast torførar at liva við, og tí at diagnosan kann hava við sær stórar avbjóðingar fyri hjúnarlagið. Men tú kanst eisini fáa positivar upplivingar, tað veri seg kærleiki, ábyrgd og gleði. Sum avvarðandi kann tú eisini koma í støðuna at missa tín nærmasta so líðandi, áðrenn kroppurin doyr. Ymiskt er, hvussu vit uppliva kensluna at missa. Summi missa við lætta, onnur við skuldarkenslu, og aftur onnur við nøgdsemi.
Hjúnini Birita Mohr og Egi Dam vóru á palli saman við synunum Búa og Ára. Sera kensluborið greiddu tey fýra frá støðuni, tá sterka kvinnan í teirra lítlu familju á ungum árum varð rakt av alzheimer. Eg spæli ikki sjónleik longur, staðfesti 64 ára gamla Birita á pallinum frammanfyri teimum 250 áhoyrarunum á Hotel Føroyum, og helt síðani fram:
-Men eg vil framvegis taka lut. Eg vil framvegis síggjast og hoyrast. Men viðhvørt gráti eg, legði Birita afturat.
Eisini tónleikurin á ráðstevnuni rakti kenslurnar. Jonhard Larsen og dótturin Tórfríð sungu og spældu sangin, ið Jonhard yrkti til mammu sína, sum hevur alzheimer. Sangurin nevnist ???Ein heilsan til mammu.??? Jonhard er virkin í Alzheimerfelagnum, og eitt nú rann hann í fjør teir 77 kilometrarnar úr Klaksvík til Havnar fyri at savna pengar til felagið.
Stuðulsrenningin í fjør savnaði 143.000 krónur, og Jonhard hevur nú í umbúna at renna úr Havn norður aftur til Klaksvíkar tann 20. mai fyri á tann hátt at savna enn fleiri pengar til felagið. Harumframt framførdi Eivør nakrar sangir ??? eitt nú lagið Mjørkatám, ið hon skrivaði við íblástri frá eini kvinnu við byrjandi demensi.
Væl eydnaðAlzheimerfelagið er sera væl nøgt við stóru ráðstevnuna ???Gloym meg ei ??? menniskjað í miðdepilin.??? Fleiri enn 20 framløgur og framførslur vóru á skránni báðar dagarnar, sum Jón Brian Hvidtfeldt hegnisliga leiddi okkum ígjøgnum, og undirtøkan var sera góð. Eisini vísti pallborðsorðaskifti á ráðstevnuni, at glottar eru at hóma í arbeiðnum móti at gera Føroyar til eitt meira demensvinarligt samfelag.
Í pallborðinum sótu Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu, Tormóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska Deplinum og verkætlanarleiðari fyri Demensætlanina, og Alexander Samuelsen, avvarandi, sum á sera neyvan hátt hevur víst á skeivleikar í málsviðgerðini hjá myndugleikum.
Tíðindaskriv frá Alzheimerfelagnum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald