Politikkur

Tíðindaskriv frá Miðflokkinum

...

2017-08-30 09:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mannarættindi ella køksútgerð, góði Uni

Uni, fitti og skilagóði sjónvarpsverturin, spyr Poul, sum seinastu tvey árini er vorðin serkønur i flogferðum: ???eitt er hvat Føroyar útflyta, hvat fara vit at innflyta úr Turkalandi???.

Tíðuliga sperdur av spurninginum stamar fremsti vinur Erdogans í Føroyum okkurt um.... ??? so undarligt... teknikkur og, og, og, og hattahar køksútgerð.... sum vit hava keypt???.

Og vit, sum væntaðu, at vit nú fóru at hoyra veruliga orsøkina til kærleika samgongunnar til valdsharran, sum eirindarleyst skamferð sítt egna fólk, sita sum kánus.

Heldur ikki fingu vit at vita, um ætlanin kanska er at søkja sær ráðgeving um mannrættindi frá Erdogan, ella frætta hvussu best er at fara við fakfeløgum. Ella um tað kanska er eftir ráðum hansara, at samgongan hevur broytt starvsfólka- og setanarpolitik. Hetta við ikki at seta best egnaðu og fremst innstillaðu í starv, men heldur seta vinir og kenningar í størv, sum ikki eru lýst leys hjá øllum at søkja.

Men hvat, vit fáa kanska svarið, um tað eydnast rættvísunnar samgongu at opna fyri enn størri handli við Kina. Har sita fangar í milliónatali, flestu fongslaðir fyri teirra kristnu trúgv. Sita svøltandi handan fangamúrar og framleiða vørur, sum samgongan so kann bjóða føringum fyri ein bíligan pening. Trælahaldsvørur úr enn einum landi, har mannarættindi eru til fótatraðk og mannalív onki verða vird.

Miðflokkurin á Løgtingi???

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder