JN

Tíðindaskriv frá kringvarpsstýrinum

...

2015-02-28 03:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Kringvarpsstýrið hevur á fundi viðgjørt støðuna, eftir at stjóri, tíðindaleiðari og tíðindafólk á stovninum vórðu dømd fyri ærumeiðing í Føroya Rætti mikudagin.

Stjóri og starvsfólk hava valt at kæra dómin fyri hægri rætt, men uttan mun til hetta hevur stýrið viðgjørt tíðindaflutningin sum heild, og álagt stjóranum at nýta hetta høvi at skipa betri mannagongdir og møguligar broytingar fyri at tryggja neyvleika og høga fakliga góðsku.

Tað týdningarmesta er, at fólk hava álit á Kringvarpi Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder