Politikkur

Tíðindaskriv frá komandi samgongu í Tórshavnar býráð

...

2016-11-10 21:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin eru samd um, at skipa samgongu í Tórshavnar Býráð komandi fýra árini. 

Avtalan umfatar hetta: 

Fólkaflokkurin fær borgarstjóran. Annika Olsen verður borgarstjóri 

Tjóðveldi fær varaborgarstjóran. Gunvør Balle verður varaborgarstjóri 

Fólkaflokkurin fær formannin í Vinnunevndini. 

Tjóðveldi fær formannin í: 

Teknisku nevnd 

Mentamálanevndini 

Trivnaðarnevndini 

Náttúru og Umhvørvisnevndini 

Byggi- og býarskipanarnevndini

??kisnevndini 

Sett verður nýggj nevnd hetta valskeiðið: 

Nevndin fyri eldraøkið (hetta økið er tikið úr Trivnaðarnevndini) 

Framsókn fær formannin í nevndini fyri Eldraøkið. 

Tjóðveldi fær formannin í ??kisnevndini 

Fólkaflokkurin fær formannin í Fjarhitafelagnum. 

Tjóðveldi fær umboð í nevndini í SEV 

Í løtuni situr býráðssamgongan og skrivar samgonguskjal, sum inniheldur yvirskipaða politikkin komandi valskeiðið. Arbeiðið gongur væl og samgonguskjalið verður lagt fram ein av komandi døgunum. 

Vegna Tjóðveldi, Fólkaflokkin og Framsókn 

Gunvør Balle, Annika Olsen og Bergun Kass

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder