Vinna

Tíðindaskriv frá føroyska og íslendska Fiskimálaráðnum

...

2016-01-21 16:07 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Høgni Hoydal, landsstýrismaður Føroya í fiskivinnumálum, og Sigurður Ingi Jóhannsson, fiskimála- og landbúnaðarráðharri Íslands, komu í samráðingum hósdagin og fríggjadagin í seinastu viku ásamt um føroyskan fiskiskap í íslendskum sjógvi í 2016 og íslendskan fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Føroysk skip kunnu í 2016 fiska somu heildarkvotu av botnfiski í íslendskum sjógvi, sum er 5.600 tons. Tó verður føroyska toskakvotan 1.900 tons ímóti 1.375 tons í 2015. Loyvda veiðan av brosmu verður 650 tons ímóti 750 tonsum í ár.

Semja var um, at føroyska lodnukvotan í íslendskum sjógvi verður 5% av heildarkvotuni, tó avmarkað til í mesta lagi 30.000 tons. Avmarkingarnar at virka lodnu til matna umborð og at landa til matna til føroysk virki standa við. Sammett við undanfarin ár verður føroyskum skipum nú eins og íslendskum loyvt eisini at fiska lodnu við flótitroli.

Ongar broytingar vórðu gjørdar í fiskimøguleikunum hjá íslendskum skipum at fiska í føroyskum sjógvi. Íslendsk skip kunnu í 2016 eins og árini framman undan fiska 1.300 tons av makreli og 2.000 tons av aðrari sild enn norðhavssild í føroyskum sjógvi.

Hildið verður fram við at loyva sínámillum atgongd at fiska svartkjaft og norðhavssild hjá hvørjum øðrum av egnum kvotum.

Ráðharrarnir vóru samdir um at styrkja samstarvið millum fiskiveiðieftirlitini hjá báðum londunum, harímillum at gera eina avtalu um talgildar veiðifráboðanir og um neyvari samstarv um skráseting av veiðihagtølum.

Eisini vóru ráðharrarnir samdir um at fara undir eitt felags arbeiði at greina viðurskifti í samstarvinum landanna millum innan fiskiveiði við atliti at ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum. Partur av hesum arbeiðinum verður at viðgera avmarkingarnar at virka og avreiða lodnu til matna.

Í samráð við grønlendskar myndugleikar verða stig tikin til í komandi ári at hava ein felags fund millum fiskimálaráðharrarnar úr Føroyum, Íslandi og Grønlandi at umrøða áhugamál landanna innan fiskiveiði í Norðuratlantshavi. Ráðharrarnir ásannaðu, at øll trý londini eisini í hesum høpi hava grundleggjandi felags áhugamál.

Ráðharrarnir fegnaðust um tann góða hugburðin á fundinum at finna loysnir til frama fyri samstarvinum millum Føroyar og Ísland. Hetta gevur góðar vónir um, at samvinnan landanna millum komandi árini fer at mennast báðum til frama.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fegnast um avtaluna. Toskakvotan undir Íslandi hækkar við 525 tonsum, og týðandi og ítøkilig stig eru tikin til at loysa tey mál, ið hava verið millum Føroyar og Ísland í fiskivinnusamstarvinum seinastu árini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder