Tíðindaskriv apríl 2017
Føroya Keypssamtøka er millum størstu limafelagsskapir í Føroyum við meira enn 10 túsund limum.. Endamál keypssamtøkunar er at útvega limunum í felag og undir so góðum treytum sum gjørligt góðar og óspiltar vørur, og á annan hátt gagna áhugamálum brúkaranna.
Hóast hørðu kappingina á matvøruøkinum, hevur Føroya Keypssamtøka megnað at økt um søluna í øllum handlunum kring alt landið.
Á aðalfundinum hjá Føroya Keypssamtøku 29. apríl 2017 varð grannskoðaður ársroknskapur lagdur fram og samtyktur.
· Nettosølan í 2016 ímun til 2015 er økt við sløkum 9%.
· ??rslitið áðrenn rentur og skatt er 9,8 mió.kr. og endaliga úrslitið fyri 2016 gjørdist 7,3 mió.kr.
· Eginpeningurin vaks við 19,5% og er nú 44,5 mió.kr.
??rslitið í 2017 er besta úrslitið hjá Føroya Keypssamtøku nakrantíð.
Stjórn og leiðsla fegnast um ta góðu undirtøkuna Keypssamtøkan hevur fingið frá limum og viðskiftafólki annars og fara vit framhaldandi at arbeiða fyri at limir og viðskiftafólk fáa bestu vørurnar fyri so lágan prís sum gjørligt, samstundis sum vit vilja veita bestu tænastuna.
Somleiðis fegnast stjórn og leiðsla um, at Føroya Keypssamtøka hevur ein góðan og støðugan starvsfólkahóp, sum veitir limunum og viðskiftafólkunum, eina góða tænastu. Umroknað til fulltíðarstørv starvaðust 124 starvsfólk hjá Føroya Keypssamtøku.
Føroya Keypssamtøka hevur átta handlar kring landið við fimm limanevndum, sum limirnir á ársfundum í teimum ymisku økjunum velja. Stjórnarlimirnir verða somuleiðis valdir á ársfundinum og valini góðkend á ársaðalfundinum.
Í stjórnini sita:
Jákup Danielsen, formaður
Tummas Lauritsen, næstformaður
Guðrun Petersen
Karin Kastalag
Magnus Joensen
Jóannis D. Sivertsen
Erling Jørgensen
Johan Blábjørg, starvsfólkaumboð
Stjóri er Finn Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald