JN

Tíðindaskriv frá B36

...

2017-05-15 16:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??vintýraferðin vitjar Summar Cup!

Leygardagin 8. Juli 2017 verður ársins fótbóltsdagur í Gundadali, tá B36 aftur skipar fyri Intersport Summar Cup.

Stóra fótbóltskappingin, har tað væntandi fara luttaka eini 100 lið, er sjálvandi miðdepilin fyri fótbóltsdagin. Men nógv annað spennandi verður eisini á skránni hendan dagin, og kunnu vit avdúka, at vit eisini fáa vitjan av ??vintýrferðini.

??vintýrferðin fer at spæla nøkur løg í samband við setanina, har Lars Munck og Simon Atli Larsen eisini fara framføra eitt freestyle fótbóltsshow. ??vintýrferðin er kanska mest kend fyri sangin Grækaris Græshøvd, men hevur eisini nógv onnur kend løg, ið øll børnini uttan iva kenna.

Aftrat hesum verður eisini eventøkið við hoppiborg og øðrum stuttligum, samstundis sum øll, sum luttaka í kappingini sleppa at svimja og bowla ókeypis hendan dagin.

Les meira um kappingina og melda til á 
www.summarcup.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder