Ítróttur

Tíðindaskriv frá B36: Góð undirtøka til Summar Cup

...

2017-06-02 14:35 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Góð undirtøka til Summar Cup!


Tíðin nærkast til ársins fótbóltstiltak, Intersport Summar Cup, ið verður í Gundadali og á Tórsvølli leygardagin 8. juli 2017.

- Undirtøkan hevur verið sera góð higartil og vit hava runda 65 lið, siga fyriskiparnir.

Í fjør luttóku ikki færri enn 100 lið í kappingina, ið er fyri aldursbólkarnar frá U6 til U14.

- Tað er eitt stórt arbeiðið at fyrireika eina slíka kapping, siga fyriskiparnir, og leggja aftrat, at nógv frívillig úr B36 hjálpa til fyri at avgreiða kappingina.

Evstamark at melda til er 30. juni og fer tilmelding fram áwww.summarcup.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder