Tíðindaskriv frá B36: 90 minuttes for hope!
Europa hevur stórar avbjóðingar, nú hópur av flóttum leitar roynir at leita sær friðskjól fyri áganginum, sum teimum er fyri í heimlandinum.
Á fundi hjá ECA ??? European Clus Association ??? setti FC Porto fram uppskot um, at feløgini saman taka stig til at veita flóttafólki hjálp.
Hetta fer fram á tann hátt, at øll feløgini, ið luttaka í bólkaspælinum í Champions League og Euro League, lata eina euro fyri hvørt selda atgongumerkið til fyrsta heimadystin í bólkaspælinum. Samstundis hevur ECA heitt á onnur feløg í Evropa um at stuðla átakinum. ECA skipar síðani fyri, at innkomni peningurin verður latin hjálparfelagsskapi, ið hevur til endamáls at veita flóttafólkið hjálp.
- Vit, europisku feløgini, viðurkenna, at okkara arbeiði røkkur væl longur enn bert tað, ið fer fram á vøllinum. Vit hava eina skyldu at taka lut í sosialum átøkum og geva nakað aftur til samfelagið. Sum ein týdningarmikil felagsskapur í samfelagnum, so kunnu vit ikki venda blinda eyga til, nú hesar skakandi hendingar fara fram runt í Evropa, sigur Karl-Heinz Rummenigge, ið er formaður fyri ECA.
B36 hevur tikið stig til at stuðla átakinum hjá ECA. Hetta verður gjørt í samband við seinasta heimadystin í Effo deildini ímóti AB, har felagið letur eina evro av øllum seldum atgongumerkjum.
- Hóast vit eru eitt av minni feløgunum í ECA, so meta vit, at tað er týdningarmikið, at vit eisini taka undir við hesum átakinum, at vit saman við hinum feløgunum geva nakað aftur til samfelagið. Vit kunnu við hesum vónandi vera við til at gera ein mun, sigur Heiðrikur Christiansen, formaður í B36.
Møguleiki er at lesa meira um átakið á heimasíðuni hjá ECA, www.ecaeurope.com undir #???90MinsForHope.
--
Vinarliga vegna B36
Andrass Thomsen
Umsitingarligur samskipari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald