Ítróttur

Tíðindaskriv frá B36

...

2016-05-23 08:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv frá B36:

Eyðun Klakstein og JákupáBorg, sumeruvenjararhjáEffo-hópinum hjáB36,eru millum teirra, sum skipa fyri fótbóltsfrálærun á Adidas Pro Camp

Adidas Pro Camp hevur sum endamál at savna leikarar úr øllum landinum. Væl at merkja spælarar, ið veruliga vilja nakað við fótbóltinum.

Fótbóltsskúlin hevur til uppgávu at menna einstaka spælaran eftir egnum førleika og plássi á vøllinum. Tí hevur týdningarmesta uppgávan verið at samanseta eitt sterkt venjaratoymi, sum kann tryggja eina sera høga góðsku á venjingjunum.

Komandi dagarnar koma vit at varpa ljós á venjararnar, ið standa við ábyrgdini av fótbóltsskúlanum. Vit kunnu nú avdúka at effovenjararnir hjá B36, Eyðun Klakstein og Jákup á Borg, verða gestavenjarar á fótbóltsskúlanum.

Eyðun Klakstein er útbúgvin A-venjari. Hann hevur drúgvar royndir bæði sum leikari og venjari, og er í løtuni høvuðsvenjari hjá effoliðnum hjá B36.

Jákup á Borg er við sínum 61 dystum fyri føroyska A-landsliðið og sínum 152 málum (føroyskt met) ið Effo-deildini ein sonn legenda í føroyskum fótbólti. Jákup er løtuni í ferð við at taka A-venjara útbúgving hjá FSF.

Enn ber til at ogna sær eitt pláss, tó ræður um at kvika sær, tí fleiri tilmeldingar eru hvønn dagin, og tað eru bert 20 pláss í hvørjum aldursbólki. Komandi dagarnar fara vit at varpa ljós á enn fleiri gestavenjarar, røðarar og ikki minst venjaratoymið, ið kemur at virka allar dagarnar á fótbóltsskúlanum.

Tilmelding fer fram áb36.fo.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder