Á tíðindafundinum í morgun kl. 10 var almannakunngjørt, at fyrsti talgildi platformurin til hóplán er latin upp í Føroyum.
Stjórin í Suðuroyar Sparikassa, Søren L. Bruhn, greiddi frá hví, Sparikassin hevði gjørt eitt samstarv við Flex Funding Danmark um nýggjar lánimøguleikari til vinnuna í Føroyum. Stjórin greiddi frá, at Sparikassin leingi hevði leitað eftir alternativum lánimøguleikum til vinnuna og metti hann, at Flex Funding Danmark hevði rætta fleksibilitetin og produktini til vinnuna. Umframt nýggjar lánimøguleikar til vinnuna, fær privati uppspararin og vinnukundin møguleika fyri at fáa eitt væl hægri avkast fyri sín pening enn um teir standa í bankanum.
Stjórin í Flex Funding Danmark, Henrik Vad, greiddi frá hugtakinum hópfígging og hvussu trendurin er á marknaðinum fyri hesum.
Framtíðin er bjørt fyri hópfígging og hava fyritøkur gjøgnum Flex Funding platformin lánt 77,2 mio. kr.
Á tíðindafundinum var almannakunngjørt at fyrsta føroyska fyritøkan longu hevur søkt um lán á platforminum og er tað talan um klædnahandilin Bob and Marilyn's Suitcase Sp/f sum heldur til á Bursatanga í Havn. Ikki kann sigast annað enn, at viljin hjá einstaklingum til at lánað pening til Bob and Marilyn's Suitcase Sp/f er stórur, tí longu eftir 2 tímum hava 58 einstaklingar bjóða seg til at lána fyritøkuni pening og er samlaða upphæddin, sum er bjóða fyritøkuni, 60% av tørvinum, sum søkt er um.
Annar av stjórunum í Bob and Marilyn's Sp/f, Brian Hansen, er sera fegin um henda nýggja lánimøguleika, tí sum hann sigur:
???Hetta gevur okkum møguleika til at fáa skjótari fígging soleiðis at vit kunna víðka um okkara virksemi. Harumframt er hetta sera lætt og ómakaleyst, umframt at hetta gevur møguleika til, at okkara egnu kundar kunnu gera íløgu í okkara fyritøku???
Fá meira at vita á flexfunding.fo ella við at venda tær til Søren L. Bruhn, stjóra í Suðuroyar Sparikassa á tlf.: 239840.
Flex Funding Føroyar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald