Ítróttur

Tíðindaskriv: Ferðslan og hálvmaratonrenning í Vágum leygardagin 2. september

...

2017-09-01 10:43 Author image
placeholder

Í sambandi við Føroya vakrasta, og nú eisin størsta, hálvmaraton úr Gásadali til Sandavágskirkju, sum ítróttarfelagið Frælsi skipar fyri leygardagin 2. september, hevur Landsverk avgjørt, at Vatnavegurin verður stongdur frá rundkoyringini við FK í Miðvági til omankoyringina á flogvøllinum í tíðarskeiðnum kl. 11:30 - 13:00.

FólkaheilsurenningLandsverk hevur avgjørt at steingja Vatnavegin frá kl. 11.30 til kl. 13.00 og tí brúka vit møguleikan til at skipa fyri fólkaheilsurenning, har møguligt er hjá fólki at ganga/renna frá flogvøllinum til FK í Miðvági. Møtt verður á flogvøllinum kl. 11:00 har startnummur verða útflýggjað og sjálv renningin byrjar kl. 11:30. Fólkaheilsurenningin er skipað saman við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, Fólkaheilsuráðnum, Ítróttarfelagnum Frælsi og kommununum í Vágum.

Endamálið við fólkaheilsurenningini er at geva øllum ??? yngri sum eldri ??? eitt gott og hugnaligt høvi at røra seg saman við øðrum. Tað stendur sjálvsagt púrasta upp til tey luttakandi, um tey vilja ganga ella renna teinin; mest umráðandi er at vera við. Gávukort frá handlunum í Vágum verða burturluta ímillum tey, sum luttaka.

Luttøkugjaldið fyri heilsurenningina er 50kr fyri vaksin og 20kr fyri børn og ung. Tilmelding fer fram á www.atgongumerki.fo. Eisini ber til at tekna seg á staðnum. Í ár er avgjørt at lata alt luttøkugjaldið, sum kemur inn frá heilsurenningini, til hjálparfelagsskapin Beran.

Kjarnu uppgávan hjá Beranum er at virka fyri, at børn/ung og avvarðandi, sum frálíður, gerast betur før fyri at handfara sorgina. Á tann hátt hava tey størri møguleika fyri aftur at fáa eitt gott og innihaldsríkt lív, har tey kunnu mennast og liva við missinum.

FerðslanStóra luttøkan til Føroya vakrasta hálvmaraton hevur tí avbjóðingina við sær at væntast kann, at nógvir bilar koma á Giljanes. Vit mæla til, um møguligt, at fleiri koyra saman, og annars at parkera oman ímóti kajøkinum.

Luttakarar til Gangi hálvmaraton møta á Giljanesi kl. 8.30 og fara síðan við bussi til Gásadals kl. 9:15. Rutan gingið verður er tann sama sum hjá teimum, ið renna. Rennararnir møta kl. 9:30 og bussur koyrir kl. 10:15.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder