Vinna

Tíðindaskriv Borgarin - nýtt skip til P/F Næraberg

...

2017-02-13 13:40 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv

Klaksvík, Hin 13. februar í 2017

P/F Næraberg hevur undirskrivað sáttmála um keyp av skipi til uppisjóar fiskiskap.

Talan er um skipið Research, sum er heimahoyrandi í Hetlandi. Skipið fær navnið Borgarin.

Skipið er bygt í 2003, men hevur samanlagt bert verið í rakstri í 3 ár, tí fiskiskapurin hjá Hetlendingum hevur verið skipaður soleiðis, at skipið bert hevur verið til fiskiskap 2 - 3 mánaðir um árið.

Research tekur umleið 2.700 tons av svartkjafti, er 14,5 m breiður og 78,5 langur. Maskinan er 10.500 hestakreftir.

Skipið kemur inn fyri Næraberg

Borgarin er fíggjaður í Eik Banka.

Síðani P/F Næraberg varð stovnað, hevur felagið at kalla alla tíðina roynt at virka fiskin umborð, tvs heilfryst fiskin ella gjørt surimi umborð, men við nýggja skipinum verður miðjað eftir, at flyta hesi arbeiðspláss upp á land, tí mett verður, at hetta er meira lønsamt við núverandi kvotuútlitum og fiskiskapi.

Vit hava seinasta árið ført fram, at tað neyvan fóru at verða gjørdar nýíløgur í nýbygningar, við teimum útlitum, sum stóðu fyri framman í sambandi við nýggju fiskivinnulógina. Hetta er framvegis okkara fatan, tó at vit í hesum føri býta verandi fiskiorku út við annað skip, sum ikki er ein nýbygningur, men eitt skip, sum er í sera góðum standi. Okkara meting er, at hetta skipið ikki kemur at missa virðið næstu árini, og at vit við hesi íløgu eru betri tryggjaðir ímóti teimum broytingum, sum møguliga standa fyri framman.

Uppisjóar kvotan hjá Føroyum veksur við meira enn 200.000 tonsum í 2017 í mun til 2016. Hetta kemur at seta stór krøv til pelagisku vinnuna, og hevur felagið við keypinum av Borgaranum brynjað seg út til henda vøkstur, tí onkur skal fiska henda fiskin til frama fyri manningar og reiðari.

Borgarin verður á Klaksvík fyrrapartin týsdagin 14. februar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder