2016-09-22 20:11
Eykaaðalfundur var í Miðvágs Róðrarfelag í kvøld 22. septembur 2016, har val av nevnd var á skrá. Tríggirlimir stóðu fyri vali. ??vanliga stór undirtøka var á fundinum, har 63 limir vóru møttir upp.
Fundurin var einmælt samdur um at velja Jens Gaardlykke, Kristinu Mouritsen og Martin Simonsen sumnývald í nevndina. Harumframt vóru Irdi Lið Gaardlykke og Hans Jákup Wang Jacobsen vald sum tiltakslimir.
Nevndin skipaði seg eftir fundin við Jens Gaardlykke sum formanni, Petur Elias Debes sum næstfomanni,Maluni Debes sum kassameistara, Kristinu Mouritsen sum skrivara og Martin Simonsen sum nevndarlimi.
Nýskipaða nevndin fer við hesum at takka fráfarandi formanni og nevndarlimum fyri trúgva og hollatænastu.
Við róðrarkvøðu,Nevndin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald