Kjakið um okkara fiskatilfeingi er kyknað uppaftur, tí rami roykurin frá einari rotnari óskipan rívur í næsarnar. Men úr øllum politiskum heraðshornum haldi eg meg hoyra røddir, sum tala fyri eini betri skipan - eini rættvísari skipan, sum virðir fólksins ognarrætt til okkara tilfeingi, og sum ynskir eitt rættvísari býti av virðunum og atgongdini at fiska.
So eg haldi, at tíðin nú loksins man vera búgvin, at broytingarsinnaðu kreftirnar í Løgtinginum seta seg saman og brúka tey bæði árini, sum eftir eru av valskeiðnum, at finna gitnu breiðu semjuna, sum tosað hevur verið um nú í eini 20 ár; eina breiða semju, ið júst virðir fólksins ognarrætt, sum, verður hann skynsamt umsitin, kann generera í hundraðvís av milliónum krónum um ikki milliardir um árið til vælferð og lægri lønarskatt.
Í 2007 blivu øll loyvi og rættindi uppsøgd við tíggju ára freist, men uttan nakra semju um, hvat síðan skuldi henda, og uttan nakra ætlan yvirhøvur. Tað mátti enda í kaos og kraddi, og tað gjørdi tað.
Men nú ber til at gera eina semju og eina greiða, bindandi ætlan, áðrenn verandi loyvi og rættindi verða uppsøgd, og síðan hava vit 12 ár at fyrireika íverksetanina av einari nýggjari skipan.
Ingolf S. Olsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald