Vinna

Tí var flogfarið hjá Lufthansa í Vágum

...

2016-07-03 16:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Hósdagin vitjaði eitt Airbus A320-200neo flogfar á flogvøllinum í Vágum, talan er um eitt flogfar ið stóra felagið Lufthansa í Týsklandi skal hava. Tað verður tað triðja flogfarið av hesum slagnum ið Lufthansa fær frá Airbus.

Hóast flogfarið er mála litirnar og búmerkið hjá Lufthansa, so hevur felagið ikki fingið flogfarið frá Airbus enn, og tað er ein av grundinum til, at tað var í Vágum, veit danska heimasíðan check-in.dk at siga.

Chech-in.dk skrivar, at flogfarið manglar nakrar royndarflúgvingar, og tað er ein av grundinum til at flogfarið kom til Føroyar hósdagin. 

Steðgurin í Føroyum var ikki langur, flogfarið setti seg á flogvøllinum klokkan 11:13, og fór avstað aftur klokkan 11:26.

Nevnast kann eisini, at Lufthansa hevur gjørt sáttmál um at keypa 116 flogfør av slagnum "neo" frá Airbus, Tey koma at kosta Lufthansa umleið 80 mia. kr., skrivar check-in.dk.

Í alt hevur Airbus gjørt sáttmála at byggja 4.569 "neo" flogfør, "neo" er tað nýggjasta modelli av Airbus 319, 320 og 321 flogførinum. Tað eru bara 7 "neo" flogfør bygd higartil.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder