Politikkur

Tí skal komunuskatturin niður í Vága kommunu

...

2016-10-31 23:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Undirritaði hevur í dag gjørt útrokningar, sum vísa hvussu nógv ein familja við trimum børnum 1 ár, 3 ár og 5 ár kann spara við at búgva í Kvívíkar- ella Tórshavnar kommunu, í staðin fyri at búgva í Vága kommunu.

Roknistykki tekur støði í, at ein familja við trimum børnum í barnagarðsaldri setur búgv, og at tey arbeiða í Havn, og forvinna 25.000,- hvør um mánaðin.

Tað er ikki hissini upphæddir, man kann spara við at velja Kvívík ella Tórshavnar kommunu framum Vága kommunu.

Taka vit Vága kommunu fyrst, so er bruttoinntøkan hjá familjuni 50.775,- um mánaðin tí koyripengarnar fáa tey aftur. Skattur við avgjøldum, ið hoyra til skattin, so sum ALS, barsilsskipanin, arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin, kringvarpsgjald er 16.154,- um mánaðin. So skal familjan gjalda 4.457,- í barnaansing. Mett verður at familjan skal brúka 2.000,- til brennievni um mánaðin við viðlíkahaldi at dekkum og oljuskift. Og til síðst skal familjan brúka 500,- um mánaðin uppá tunnilin. Familjan hevur ein tiltøkupening eftir skatt og kommunal gjøld eina tøka upphædd uppá 27.664,- um mánaðin.

Familjan kann spara nógv at flyta til Kvívíkar. Bruttoinntøkan er 50.125,-. Skattur v.m. er 15.617,-. T.v.s. at familjan hevur 34.508,- eftir tá ið skattur er farin av. Í Kvívík er einki barnaansingargjald, og skulu tey heldur ikki gjalda fyri bumm, og havi eg sett at tey brúka 1.500,- í bensingjaldi at koyra til og frá arbeiði. Tað gevur ein tiltøkspening eftir skatt og kommunal gjøld eina tøka upphædd uppá 33.008,-. Velur familjan at seta búgv í Kvívík, kann hon gera eina meiríløgu ígjøgnum 25 ár uppá 1.350.000,- tá ið rentan er 3,1%.

Velur familjan so heldur at seta búgv í Tórshavnar kommunu. So kann hon spara uppaftur meira. Bruttoinntøkan er 50.000,- um mánaðin, og tá ið skattur v.m. er farið av hevur familjan 35.833,- eftir. Í Tórshavnar kommunu skal man bert gjalda fyri fyrsta barnið, og er barnaansingargjaldið tí 1.579,- um mánaðin. Tøki peningurin eftir skatt og kommunalgjøld er 34.254,- um mánaðin hjá somu familju um hon setur búgv í Havn.

Skal eg gera tað stutt:

Í Vága kommunu hevur familjan 27.664,- í tøkum peningi eftir skatt og kommunal gjøld.

Í Kvívíkar kommunu hevur familjan 33.008,- í tøkum peningi eftir skatt og kommunal gjøld, og kann tí gera eina meir íløgu uppá 1.350.000,- uppá 25 ár við einari rentu uppá 3,1% um familjan skal hava tað sama í tøkum peningi eftir skatt og kommunal gjøld sum í Vága kommunu.

Í Tórshavnar kommunu hevur familjan 34.254,- í tiltøkspeningi tøkum peningi eftir skatt og kommunal gjøld, og kann tí gera eina meir íløgu uppá 1.640.000,- uppá 25 ár við einari rentu uppá 3,1% um familjan hava tað sama í tøkum peningi eftir skatt og kommunal gjøld sum í Vága kommunu.

Fær Fólksinslisti ávirkan í Vága býrað eftir valið, fara vit at gera alt fyri, at skatturin fer niður, soleiðis at kommunan skal verða meira kappingarfør, tí tá fáa vit fleiri borgarar ið kunnu lyfta í felag.

Set X við lista A ??? Fólksinslista

Jóanis Albert Nielsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder