í gjárkvøldið kom fram, at Elisabet Vang hevur staðið á dómaraseðlinumtríggjar ferðir fyri besta liðið hjá Neistanum. Tað var Kyndil, sum kærdi málið til HSF.
Aganevndin kunngjørdi fyri løtu síðani, at Neistin kemur í CocaCola-finaluna,so tað verður einki broytt í steypakappingini, um Neistin var dømt at tapa hálvfinalurnar ímóti VÍF, so fekk VÍF kanska plássið í CocaCola-finaluni ímóti Kyndli.
Í landskappingini harafturímóti sigur Aganevndin, at leikarin er ólógligur, so har vinnur Kyndil dystin, sum tær taptu á vølli ímóti Neistanum.
JN.fo hevur ringt til formannin í VÍF, Áka Olsen, vit spurdu hann, hvíVÍF ikki hevði nakrar viðmerkingar til málið.
Áki segði, at hetta var ikki eitt mál fyri tey, tí tað var Kyndil, ið hevurkært og ikki VÍF.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald