Vinna

Tí fer Ternan ikki á Kalsoyarleiðina

...

2016-02-18 20:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Nú ið Sam skal í dokk í mars mánaða, hevur verið ført fram, at Ternan, ið røkir Nólsoyarleiðina, átti at avloyst allar seks vikurnar á Kalsoyarleiðini.

SSL hava tó boðað frá, at Ternan ikki fer á Kalsoyarleiðina, tí skip, ið sigla fast á einari farleið, verða verandi har, hóast onnur skip verða dokkað. Til samanberingar kann nevnast, at tá ið dokkingar eru á Nólsoyar-, Fugloyar- og Skúvoyarleiðunum verður vanliga eisini bátur leigaður inn at avloysa.

Í ferðafólkahagtølunum hjá SSL sæst, at ferðafólkatalið á Nólsoyarleiðini í mars og apríl mánaða í 2015 var 11 túsund og á Kalsoyarleiðini 6,5 túsund. Talið av akførum var knøpp 600 á Nólsoyarleiðini og góð 700 á Kalsoyarleiðini.

Ímeðan Sam er í dokk, hava SSL sett bussar inn at koyra í Kalsoynni, so samband er ímillum allar bygdirnar við komur og fráferðir av Syðradali.

Einasta undantakið frá siðvenjuni um, at skip ikki verða tikin av síni vanligu farleið at avloysa í samband við dokkingar á øðrum farleiðum, er - umframt á Suðuroyarleiðini - á Sandoyarleiðini, tá ið Teistin skal í dokk.

Neyðugt er tá brúka Ternuna, tí hon klárar so væl at manøvrera í havnini í Skopun. Harumframt er ferðafólkatalið á Sandoyarleiðini meira enn tvífalt so høgt sum á Nólsloyarleiðini, og íbúgvaratalið í Sandoynni er seks ferðir hægri enn í Nólsoy.

Ferðafólka- og akfarshagtølini hjá SSL síggjast her:www.ssl.fo/fo/um-ssl/hagtoel/


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder