Ítróttur

Tí fekk Ársins dómarapar onga FM-finalu

...

2015-04-30 04:17 Author image
placeholder

JN.fo hevur í kvøld tosað við formannin í dómaranevdini hjá HSF, sum er Hartvig Joensen, um hvussu teir settu dómarnar til FM-finalurnar, tað kemur av at Ársins dómarar Gert Hansen og Arnar Dam onga finalu fingu, at døma, tá ið finaluumfarið í Atlantic Airways- og Hvonndeildini vórðu leikt.

Hartvig sigur við JN.fo, at tað var ein spurningur ið nógv varð tosað um, tí at Gert og Arnar eru eitt tað mest dunaliga dómaraparið vit hava í Føroyum.

- Av tí at teir báðir sluppu at døma steypafinaluna hjá kvinnum í ár, so var mett um tað var rætt, at teir báðir eisini skuldu sleppa at døma FM-finalurnar, tí teir høvdu bara melda seg tøkar til tann eina dystin, ið var mikudagin, og kundu ikki døma leygardagin, tí hildu vit, at tað var best at bjóða onkrum av hinum dómarnum gularótina at døma FM-finalurnar.

Men tá vit spurdu Hartvig, um tað var rumbul rundan um Gert og Arnar, svara hann soleiðis.

- Ja, vit høvdu nakrar trupuleikar við, at onkur dómari helt ikki tað verða rætt, at teir báðir skuldu sleppa at døma FM-finalurnar, av tí at teir velja fótbóltin fram um dømingina, og hava givið avboð til onkrar dystir. Men um vit døma útfrá hvør hevur dómt best í vetur, so er eingin yvi um, at teir báðir skuldu dømt FM-finalurnar. Tað var eisini tí, at vit valdu teir at fara yvir til Norra at døma fyrr í ár, tí teir eru besta dómaraparið vit hava í Føroyum í løtuni. Tí eri eg sera glaður um, at teir fingu heiðurin, sum Ársins dómarapar, segði Hartvig Joensen við JN.fo í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder