Vinna

Thor Frigg vitjar á fyrsta sinni í Føroyum

...

2016-06-23 13:19 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eitt av teimum fýra nýggju veitingarskipunum hjá Thor í Hósvík kemur um vikuskiftið á sína fyrstu vitjan í Føroyum. Talan er um Thor Frigg, ið varð latið eigarunum um ??lavsøku í fjør, og sum hevur 10 ára sáttmála við seismikkfelagið PGS, eins og hini trý nýggju systurskipini hava.

Í fjør fekk partafelagið Thor í Hósvík fýra nýggj veitingarskip, sum reiðaríið lat byggja í Turkalandi.

Eitt av skipunum, Thor Magni, vitjaði í Føroyum hesa tíðina fyri einum ári síðani, og nú um vikuskiftið kemur næsta skipið á vitjan hendanvegin.
Tað er Thor Frigg, sum hevur arbeitt saman við Ramform Vanguard, Ramform Sterling og eisini øðrum skipum hjá PGS. Talan hevur verið um uppgávur í bæði donskum og norskum sjóøki, eins og í sjóøki við Kongo og Angola.

Í løtuni arbeiðir skipið í norskum øki saman við nýggjasta skipinum hjá PGS, Ramform Thethys. Uppgávurnar fevna um veiting av útgerð og provianti, at bunkra seismikkskipini, meðan tey arbeiða, og at syrgja fyri manningarskifti hjá skipunum, so tey sleppa undan at bróta arbeiðið av, meðan tað fer fram.

Thor Frigg roynist væl til endamálið, og leigarin av skipinum sigur seg vera sera væl nøgdan við bæði skip og manning. Fýra føroyingar sigla við Thor Frigg, umframt fimm bulgarar og tveir filippinar.

Tey fýra nýggju skipini hava fingið nøvn úr norðurlendsku gudalæruni, eins og navnið á eigaranum, Thor, stavar úr. Skipanøvnini, Thor Frigg, Thor Freya, Thor Magni og Thor
Modi, eru somuleiðis í tráð við sjálvsøgdu javnstøðurættindini í okkara tíð við tveimum konufólka- og tveimum mannfólkanøvnum.

Thor Frigg
kemur á Fuglafjørð leygardagin at bunkra tungolju og fer væntandi avstað aftur einaferð seinnapartin sama dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder