Ítróttur

Thiago lendur í Vágum og klárur at byrja

...

2017-01-02 18:03 Author image
placeholder

Thiago Borges Pinto er annar leikarin við superligu-royndum, sum skal spæla við 07 Vestur komandi tvey árini. Liðið byrjar at venja út í morgin, og í dag er Thiago so komin, sera spentur at sleppa í gongd.


28-ára gamli brasiliumaðurin flytir úr Íslandi, men hevur annars spælt í Esbjerg, FC Vestsjællandi og Trelleborg í Svøríki. Saman við unnustuni kemur hann at búgva í Sørvági.

Hópurin hjá 07 Vestur hevur nú vant í knappar tríggjar mánaðar, og í morgin verður so endiliga farið uttandura at venja. Fyrstu vikurnar verður vant í Sandavági, meðan ljósini kring vøllin í Sørvági verða skift.

Kelda: 07Vestur.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder