Mentan

The Reverends á Sørvágs Country- & Bluesfestival

...

2015-04-23 15:44 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú koma teir á Sørvágs Country- & Bluesfestival 5. & 6. juni.

The Reverends er ein av bólkunum, sum festivalgestirnir leingi hava spurt eftir, hetta er ein sera spennandi bólkur, sum í fleiri ár hevur verið virkin í Danmark og gav í 2009 út vælumtóktu fløguna "When Youre Done".
Limirnir í The Reverends hava hvør sær íblástur úr ymsum tónlistaligum greinum og tí er úrslitið eitt slag av alternativum countrytónleiki, ið er heldur óvanligur í føroyska tónleikaheiminum. Sjálvir rópa teir tað norðurlendskt americana.

Manningin í The Reverends er: Niclas Thorsteinsson, sang ??? Janus Kampmann, guitar ??? Kristin Nolsøe Bech, bass ??? Rúni Mouritsen, trummur og Jens V. Jacobsen, guitar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder