Familian er grundarsteinurin undir samfelagnum, tí mugu karmarnir um hana styrkjast- og hon má verjast. Miðflokkurin hevur eina sera góða valskrá og eg, sum eri komin á listan fyri Suðuroy, vil gera mítt til, at hesi lyftir vera hildin.
Vit hava skaðastovur runt um í landinum, so um onkur kemur fyri at bróta bein ella líknandi, verður viðkomandi fluttur til nærmastu skaðastovu og far hjálpina honum tørvar. Men er tað so, at onkur hevur sálarligar trupulleikar, so er ongin professionel hjálp at fáa her og nú. Tí er okkara ynski at fáa eina psykiatriska skaðastovu, so hesu mongu, sum liva ímillum okkum og sum sýnast at vera frísk, fáa tað røttu hjálpina, sum teimum tørva, sum bara tey lærdu innan hetta øki kenna til og kunnu geva, Ein skjóta hjálp, hetta er neyðugt!
Tey gomlu sum í dag kunnu náa ein høgan aldur, skulu eisini hjálpast og virðast, og avvarandi mugu fáa betri møguleika at vera heima og átaka sær røktina av teimum, verði tað seg familja, vinir ella kenningar.
Barnafamiljan skal og má fáa góðar sømdir, og vil mamman passa síni børn, skal hon kunna tað, peningur sum játtaður verður skal fylgja barninum!
Latið Føroyar halda fast um hjúnabandið, sum maður og kona, og ikki broyta naka hesum viðvíkjandi! Líka so gott sum tey samkyndu eru vard av lógini og fáa frið, somuleiðis skulu tey, sum hava sett sítt álit á orð Guds og royna sum best at fylgja tí, fáa frið.
So vil eg heita á teg um at fara á val 1. septembur og velja Miðflokkin.
" Gott val "
Sigmund Andreasen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald