Tíðindaskriv frá Glasir:
Tað hevur í seinastuni ligið á ljóði,at tey ungu í Føroyum í størri mun ynskja at útbúgva seg í egnum landi. Hettasæst eisini aftur á tølunum fyri fráflytingina seinasta árið, og er nú eisinistaðfest í spildurnýggjari kanning, sum Glasir hevur gjørt millum øll lesandi,sum ganga á seinasta ári á Gymnasialum miðnámi í Føroyum. Tey ungu seta krøv til myndugleikar og skúlar, um attey fáa møguleika at útbúgva seg eftir ynski. Sleppa tey ikki tað, gerst myndinein onnur. Tað er serliga læknavísindi og búskapur tey ynskja at lesa.
Umboðan í kanningini
Kanningin umfatar 87,10 % av teimum lesandi á seinasta árieftir gymnasialu miðnámsskúlaskipanini, tvs øll tey sum møttu tann dagin,kanningin bleiv gjørd, hesi eru:
· Hugbreyt 161lesandi Tórshavn,Kambsdalur og Hov
· Náttúrubreyt 141lesandi Tórshavn,Kambsdalur og Hov
· Búskaparbreyt 100lesandi Tórshavnog Kambsdalur
· Fyrireikingarbreyt 60 lesandi Tórshavn,Kambsdalur og Klaksvík
· Tilfeingisbreyt 17lesandi Vestmanna
· Tøknibreyt 8lesandi Klaksvík
Annars kann nevnast, at tað eru 60% kvinnur og 40% menn, sumganga seinasta árið gymnasialum miðnámi, nógv tey flestu eru 19 ára gomul.
Føroyar nú á fyrsta plássi
Seinast, slík kanning var gjørd, var á heysti í 2014. Táynsktu 29% at lesa í Føroyum, meðan 44% ynsktu at fara til Danmarkar at lesa.Nú eru tølini vend á høvdi, kanningini vísir, at 40% ynskja at lesa í Føroyum,meðan 36% ynskja at fara til Danmarkar í lestrarørindum. Stóra Bretland erframvegis á einum 3. plássi, við 12%, móti 10% í 2014.
??tboðið avgerandi týdning
Um útbúgvingin fæst í Føroyum, vilja millum 32% og 49% veljaFøroyar framum útlandið. Um útbúgvingin hinvegin ikki fæst í Føroyum, verða taðvæl færri, sum velja Føroyar framum útlandið. Tá vera tey millum 7% og 14%. Hesitølini líkjast teimum frá 2014.
??tboðið er blivið betri sambært teimum lesandi
Tey flestu halda, at útbúgvingartilboðini í Føroyum eruannaðhvørt undir miðal ella miðal, tølini eru tó nakað betri í 2017 enn í 2014.Hettar kemur helst av at bæði Glasir og Fróðskaparsetrið eru komin við nýggjumspennandi útbúgvingum, serliga innan búskap, men hetta merkir eisini, at herkann nógv gerast afturat.
Læknavísindi og búskapur
Hóast tað framvegis eru nógv, sum ikki hava tikið støðu ellavilja okkurt annað enn tað, tey vóru spurd um, er myndin greið. Læknavísindiliggur fremst, meðan Búskapur er á øðrum plássi. Næst teimum komanáttúruvísindi, samfelagsvísindi og sálarfrøði. Løgfrøði og námsfrøði erunøkulunda umboða. Sera lítil áhugi er fyri sjóvinnuni, sum sigst vera okkarahøvuðsvinna, eins og teldufrøði og humaniora ikki eru í serliga høgum metimillum tey lesandi, meðan gudfrøði er minst umboðað á ynskilistanum hjá teimumlesandi.
Hugbreyt størst og tøknibreyt minst á miðnámi
Tað er ikki samsvar millum tað, tey ungu ynskja at lesa, ogbreytina tey hava valt á miðnámi. Kanningin vísir, at hugbreytin er størst ámiðnámi, men sera fá ætla at lesa hugvísindi ella humaniora, sum tað nevnist.Eisini tykist búskaparbreytin at vera í so lítil í mun til at so nógv ætla atlesa búskap og samfelagsvísindi. Hinvegin tykist greitt, at náttúrubreytinframvegis er stór, og tað samsvar við, at nógv ætla at lesa náttúruvísindi ogserliga læknavísindi. Tøknibreytin er í løtuni nógv tann minsta í Føroyum, og kemurtað ivaleyst av, at hon ikki verður boðin út í høvuðsstaðnum í løtuni.
Nógv ynskja at blíva bachelorar og nokk so nógv kandidatar
Millum tey spurdu eru tað flest til av teimum, sum ynskjaeina bachelor útbúgving, meðan rættiliga nógv ynskja eina master ellakandidatútbúgving. Bert nøkur fá ynskja sær eina styttri útbúgving. Nøkurynskja at fara í læru innan skrivstovu, handil ella handverk. Ikki serliga nógvynskja sær eina fulla granskingarútbúgving enn, men hugsast kann, at slíkarætlanir broytast við tíðini.
Tey flestu ynskja at bíða eitt ár og nógv hava ikki tikið støðu
Yvir helvtin av teimum spurdu ynskja at bíða eitt ár viðlestrinum, meðan næst mest ætla at bíða í eini tvey ár. Á triðja plássi komatey, sum ætla sær í gongd beinan vegin. Sera fá ynskja ikki at lesa víðari.Hettar samsvarar eisini við, at helmingurin framvegis ikki hevur tikið støðutil útbúgvingina enn.
Nógv tann størsti parturin vil búgva í Føroyum aftaná lesturin
Heili 82 % av teimum spurdu ynskja at búgva í Føroyum aftanálesturin. Hetta er tó tað mest óvissa svarið, tí talan er um ein langantíðarhorisont, og mangt broytist á mansins ævi. Vit vita tó, at jú longri teyungu bíða við at flyta uttanlands, størri líkindi er fyri, at tey koma aftur,tað vísa aðrar kanningar, sum ikki verður víst til her.
Onnur úrslit frá kanningini
So at siga øll tey spurdu ynskja at lesa fulla tíð, meðan bertnøkur heilt fá innan henda málbólkin ynskja at fara í gongd við parttíðarlestur.
Tey ungu umhugsa í lítlan mun fjarlestur sum ein møguleika,meðan sjálvlestur nærum ikki kemur uppá tal.
Tað eru nógv, sum ynskja sær ein verkligan part í útbúgvingini.
Miðal góð undirtøka tykist vera fyri, at undirvísingin er áføroyskum, og at tilfarið er føroyskt.
GLASIR mars 2017
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald