Tey gomlu eru loysnin og ikki trupulleikin
Tey gomlu eru sum heild tann aldursbólkur, ið fíggjarliga er nógv best fyri í flestu londunum í Europa. Teir ungu aldursbólkarnir eru arbeiðsleysir, og hini stríðist við skuld. Tey gomlu eru ein týðandi dreivarari í eftirspurninginum í Evropa beint nú.
Í Evropa hava flestu vinnur havt steðg ella afturgongd síðan 2008. Vinnurnar við størstu framgongdini eru sum heild tær, ið veita vørur og tænastur til tey gomlu. Nevnast kann krús ídnaðurin, ið boomar. Tað verða bygdir krúsleinarar sum ongantíð áður, hvørt skip størri og fínari enn hitt. Ferðir fyri uml. kr 100.000 ganga sum heitt breyð til 60+ararnar. Tey gomlu eru í fleiri millonatali í vikuvís á havinum hvørt ár. Undirveitarar í túsundatali liggja í kjalarvørrinum og njóta gott av at verða drignir við av stóra vøkstrinum. Talið av umbygdum ???Mobile home??? bilum er vaksið við tveysifraðum prosentum í nógv ár. Bilarnir kosta uml. eina millión kr og hava allar hentleikar í eini nútímans íbúð. Tey gomlu koyra í stórum tali í mánaðir runt Evropa, serliga í teimum heitaru suðurevropeisku londunum køldu vetrarmánaðirnar og skapa eftirspurning har. Men best av øllum, tey gomlu halda lív í byggivinnuni. Tey keypa nútímans íbúðir við øllum hentleikum í stórum tali, og selja ístaðin gomlu húsini.
Tað einasta tey gomlu í Evropa hava nógvmikið av er tíð og pengar ??? og best av øllum er, at tey flestu eru sprellfrísk, tey hava eina heilsu munandi betri enn nakrantíð! - Tað skrivar ??li Samró.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald