Tey flestu svartkjaftaskipini sigla inn. Boðað verður frá vánaligum veðri, so teir avgjørdu bara at fara inn og liggja um jólahalguna, tað var sagt, tá ið vit á JN.fo tosaðu umborð á Jupiter fyri løtu síðan
Tróndur í Gøtu byrjar at landa til Havsbrún í nátt, skipið er fullfermt av svartkjafti. Tróndur verður tann seinasti, sum landar undan jólum, so hini skipini koma at liggja við veiðuni umborð, har hon verður køld niður - 3. jóladag eigur Christian í Grótinum tørn teir hava 2.400 tons, aftaná skal Høgaberg landa 600 tons.
Jupiter hevur 800 tons inni, teir fara helst út aftur 2. jóladag, Fagraberg hevur einki inni, teir fara eisini út aftur 2. jóladag.
Norðborg siglir eisini inn, men teir framleiða veiðuna til mjøl umborð.
Í løtuni er bara Slættaberg á feltinum, teir fara helst at sigla inn seinni í kvøld, hvat Slættaberg hevur vita vit ikki beint nú, men helst liggur tað um eini 4-500 tons.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald