Vinna

Tey flestu skipini eru farin aftur í drift

...

2017-01-04 09:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??ll skipini lógu um jólahalguna og veðrið millum jóla og nýggjár loyvdi teimum heldur ikki at fara avstað, men nú eru tey flestu farin.

Svartkjaftaskipini royna sunnast í føroyskum sjógvi, Norðborg er enn ikki farin avstað, teir fara helst antin á silda- ella makrelveiðu. Norðingur og Fram eru í ES-sjógvi tætt við Hetland, teir royna helst eftir makreli, har eru eisini Vesturbúgvin og Eysturbúgvin.

Partrolararnir, sum royna eftir upsa, eru teir flestu sunnan- og eystanfyri.

Sjagaklettur, sum roynir eftir svartkalva, er eystur úr Fugloynni.

Línubátarnir eru bæði norðan- og vestanfyri - og 6 línubátar eru á veg yvir á Flemish Cap.

Garnaskipini eru sunnanfyri.

Nøkur russisk skip eru sunnanfyri á svartkjaftaveiðu.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder