Vinna

Tey bæði nýggjastu uppsjóvarskipini eru komin í Føroyskan sjógv

...

2017-01-07 02:28 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Føroyskt reiðarí hava keypt tvey nýggj uppsjóvarskip, og eru tey bæði nú komin í Føroyskan sjógv.

P/f Framherji í Fuglafirði hevur keypt skipið Torbas frá A/S Torbas í Norra.

Torbas kemur í føroyska flotan fyri skipið Høgaberg.

Torbas er 2 ára gamalt skip, sum kostaði uml. 200 milliónir at byggja, skipið lastar 2.050 tons. Skipið kemur á Fuglafjørð leygarmorgunin.

Hitt uppsjóvarskipið hevur Thor í Hósvík keypt. Talan er um eitt skip ið hevur verið í føroyska flotanum fyrr, tá ið Framherji átti tað sum Høgaberg.

Skipið er keypt úr Norra og hevur havt navni Ostanger, men skiftir navn til Hoyvík. Hoyvík lastar góð 2.100 tons, og er keypt fyri góðar 20 milliónir.

Hoyvík kemur á Havnini leygarmorgunin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder