Terji Nielsen, ítróttarskrivari á Dimmalætting, metir um dystirnar í 18. umfari í Effodeildini, sum verða spældir komandi vikuskifti.
KÍ-Víkingur 2
Klaksvíkingar eru fullkomiliga steðgaðir upp, meðan Víkingur fekk ein kærkomnan sigur á TB á ólavsøku. Eg vænti, at hóast spælt verður við Djúpumýru, so verða tað gestirnir, ið fara við øllum.
NSÍ-ÍF X
Ein trupul dystur at spáa um. ÍF er sera væl koyrandi í løtuni, men NSÍ hevur eitt gott lið, og tí vænti eg ein javnan dyst. Men tað kann eisini verða, at fuglfirðingar fara við øllum.
TB-HB 2
Tað gongur einki serligt hjá TB í løtuni, meðan HB heldur fram við góðu gongdini hjá sær. Við Stórá hava flestu lið tað trupult, men sum formkurvin er í løtuni, vænti eg ein sigur til oddaliðið.
B36-EB/Streymur 1
Eisini ein trupul dystur at meta um. B36 hevur mist í evstu løtu tveir teir seinastu dystirnar, men hesaferð vænti eg, at árstalsfelagið stendur eftir við øllum.
AB-07 Vestur 1
Argjamenn eru snøgt sagt flúgvandi, og tí vænti eg, at vágamenn ikki megna at gera nakað við teir úti í Vika, hóast 07 Vestur vann á KÍ seinasta umfar. Argjamenn fara at gera enn eitt lop upp eftir stigatalvuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald