Mentan

Temakvøld á Skúlanum á Giljanesi

...

2015-05-21 03:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Hóskvøldið 21.05 kl. 19.00 verður temakvøld á Skúlanum á Giljanesi við Dorthe Borgkvist, góðkendum optometristi, frá klinikkini Syn og indlæring í DK.

Dorthe hevur í fleiri ár arbeitt við at kanna og stimbra samsjón og motorikk hjá børnum, ungum og vaksnum við lesi- og talutrupuleikum. Hon vísur á, at við miðvísum eygnavenjingum og at venja samsjónina, kann barnið menna sín lesiførleika munandi. Harafturat arbeiðir hon við børnum sum hava talutrupuleikar og børnum, sum hava eitt sokallað ???dovi eyga???.

Hevur barn títt lesitrupuleikar, trupuleikar í skúla ella við innlæring, við talu og úttalu ella hoyrn so er her ein góður møguleiki at leita tær vitan og fáa hjálp.

Eisini kemur ein føroysk familja at siga okkum, um hvussu lívið hjá teirra barnið broyttist, tá tey komu til Dorthe til viðgerð.
sjá www.synogindlaering.dk fyri nærri kunning.

Tað er Vága Kommuna og Mentamálaráði ið skipa fyri fyrilestrinum.

Fyrilesturin er ókeypis og øll eru vælkomin.

Børneproblemer, Skoletræthed, Talebesvær, Læsevanskeligheder, Læseproblemer, Læsebesvær, Skoleproblemer, Skolehjælp, Svært ved skolen, Svært i skolen, Støtte i skolen, Børneproblemer, Skoletræthed, Talebesvær, Læsevanskeligheder, Læseproblemer, Læsebesvær, Skoleproblemer Skolehjælp, Svært ved skolen???
SYNOGINDLAERING.DK

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder